Supermodell til Føroya

Kenda modellin Yasmin Warsame kemur í summar til Føroya at ferðast. Hans Fróði Hansen og hon hittust í USA, og hon varð so hugtikin av Føroyum, at hon vildi sleppa hendan vegin at ferðast

Heimskendir tónleikarar og fyrrverandi amerikanskir forsetar og varaforsetar eru millum tey, sum hava vitjað í Føroyum í meira ella minni almennum ørindum.

Í summar kemur fyrsta veruliga supermodellin til Føroya at vitja, og hon er ikki lokkað til Føroya við stórum peningaupphæddu, ella tí hon skal framføra nakað. Hon kemur heilt einfalt til Føroya at ferðast.

- Vit kennast frá USA, og har er so sjálvandi søgan um Føroyar komin fram. Hon sjálv hevur ein sera spennandi søgu, og hon var eisini hugtikin, tá ið eg greiddi henni frá um Føroyar. Hon vildi sleppa hendan vegin at ferðast, og nú hava vit avtalað, at hon kemur til Føroya í summar einaferð. Hon hevur eitt sera fult skema, so vit finna út av tí nú í apríl, nær hon skal koma til Føroyar at vitja, sigur Hans Fróði Hansen.

- Hetta er bert ein av mongum kendur persónum, sum eiga og skulu koma til Føroyar at vitja okkara oyggjar og síggja okkara ótruligu náttúru og alt tað, sum vit eiga, sigur Hans Fróði Hansen.

Hann heldur, at kend fólk kunnu gerast umboð fyri Føroyar úti í heimi.

- Jú meira, vit í Føroyum draga somu línu, jú betur og lættari koma vit fram, og har síggi eg sera nógvar møguleikar við fólkum sum Yasmin, sum hevur eitt sera stórt netverk úti í heimi. Hon kann verða eitt umboð fyri Islands of the North - Føroyar - úti í verð. Persónliga haldi eg, at vit eiga kanska ta mest forvitnisliga landið í heiminum, og tað er nakað, sum vit væl liva upp til og selja sum eitt brand, sigur Hans Fródi at enda.


Úr Somalia til Vogue

Yasmin Warsame var fødd í Mogadishu í Somalia í 1976. Tá ið hon var 15 ára gomul flutti hon til Toronto í Kanada at búgva. Hon læs sálarfrøði og samfelagsfrøði á lærdum háskúla, men í 2000 byrjaði hennara yrkisleið sum modell. Tá var hon við barn í fimta mánaði og varð við í myndatøku til ein príslista hjá Sears.

Tvey ár seinni – eftir at hava havt nógvar uppgávur í Kanada – var leiðin løgd til París, og stóra gjøgnumbrotið kom, tá ið hon endaði á forsíðuni á italsku útgávuni av kenda tíðarritinum Vogue.

Síðani hevur tað gingið slag í slag, og Yasmin Warsame telist millum tær kendastu modellirnar í Norðuramerika. Hon er knýtt at heimsins kendastu skrivstovu fyri modellir, IMG, og hon hevur verið í kendum bløðum sum Vogue, Elle og Surface.

Hon hevur gingið mótasýningar fyri tey kendastu merkini - millum annað Christian Dior, Jean Paul Gaultier og Dolce & Gabbana – og nú er hon eisini dómari í sjónvarpsrøðini Canada’s Next Top Model.




Fakta

Navn: Yasmin Warsame

Aldur: 32 ár

Føðistaður: Mogadishu, Somalia

Bústaður: New York, USA

Hædd: 178 cm