Superyacht á vitjan

Octopus er størsta marglætisskipið hjá Microsoft stovnaranum, Paul Allen, og tað virjaði á Havnini um ólavsøkuna.

Paul Allen er eitt ikki so kent navn, sum Bill Gates, men saman vóru teir kortini um at stovna Microsoft.
Men í mun til Bill Gates, sum javnan traðkar alment fram, heldur Paul Allen seg fyri tað mesta fyri seg sjálvan.
Tá Paul Allen fyri nøkrum árum síðani fekk staðfest krabbamein, tók hann seg aftur frá arbeiðinum, skrivaði sær ein lista yvir tað, hann skuldi náa, áðrenn hann doyði, og fór síðani avstað at útynna hetta.
Lagnan vildi tað tó soleiðis, at hann varð grøddur, men komin nakað upp í árini og bardur av viðgerðini er hann ongantíð farin aftur til verka, tó at hann situr í nevndini fyri Microsoft.
Paul Allen er ikki nøkur fátækrarotta. Størsta marglætisskip hansara er á stødd við Smyril, og hevur millum annað tvær tyrlur umborð, umframt ein 65 fót bát og ein undirvatnsbát í kjølinum. Svimjihylur er sjálvsagdur og eisini hevur hann fleiri vatnskutarar umborð.
Alment verður upplýst, at skipið kostaði 1,2 milliardir krónur, tá tað fór av bakkastokki í Týsklandi, men mett verður, at veruligi kostnaðurin er omanfyri tvær milliardir.
Paul Allen er áhugaður í ítrótti, og eigur Seattle Seahawks, ið spælir amerikanskan fótbólt, Seattle Sounders, ið er eitt fótbóltslið og Portland Trailblazers, ið spælir kurvabólt.
Hann eigur eisini tvey minni marglætisskip, tað næststørsta hevur eisini eina tyrlu umborð. Umframt eigur hann eina røð av bygningum í Seattle, har hann er føddur og býr, eins og Bill Gates.
Paul Allen er sum nevnt ógvuliga afturhaldin og tosar ikki við fjølmiðlar, men ein talsmaður hansara segði í farnu viku við Seattle Times, at Microsoft stovnarin hevur í hyggju at geva burtur meginpartin av ogn síni til vælgerandi endamál. Paul Allen er verdur umleið 75 milliardir krónur.
Til stuttleika kann nevnast, at hálvi føroyingurin, Vilmund Boggs, arbeiðir hjá Paul Allen sum tyrlumekanikari, og tí javnan er umborð á Octopus – tó ikki á hesum túrinum í Føroyum.
Octopus kom á Havnina um 10-tíðina týskvøldið og fór avstað aftur eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.