Næstu fimm mánaðirnar skal Súsanna Sondum stjórna Visit Tórshavn, meðan stjórin er í farloyvi
Fríggjadagin 1. september 2017 fór Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn, í farloyvi fram til 1. februar 2018. Hetta tíðarskeiðið verður Súsanna Sondum virkandi stjóri á Visit Tórshavn.
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann tók við stjórastarvinum á Visit Tórshavn eftir Ingigerð á Trøðni 1. oktober 2011. Súsanna Sondum hevur starvast á Visit Tórshavn síðani 2003.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Visit Tórshavn eru m.a. at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlands, veita upplýsingar og ráð til borgarar og ferðafólk, menna ferðavinnu, hava uppsýn við kampingplássinum í kommununi og at samskipa mentanar- og vinnutiltøk í Tórshavnar kommunu.
Í juli 2016 flutti Visit Tórshavn úr H. N. Jacobsens bókhandli niðan í gamla bankabygningin í Steinatúni.
Á Visit Tórshavn eru fimm fólk í fulltíðarstarvi.