Suspenderið dømdu kringvarpsfólkini

Jóhan Petersen, ið var nevndarformaður í útvarps- og sjónvarpsnevndunum síðsti í nítiárunum, heldur at dømdu kringvarpsfólkini skulu suspenderast.

- Kringsvarpsstýrið skal hava fund, har dómurin í tollmálinum skal eftirmetast, og tað áliggur stýrinum ein sera týðandi uppgáva: at royna at endurskapa trúvirðið á Kringvarpið.

 

Tað sigur Johan Petersen, ið sjálvur sat sum útvarps- og sjónvarpsnevndarformaður síðst í 90-unum.

 

Hann sigur í lesarabrævi, at hóast alt fleiri og fleiri hava rópt varskó um misnýtsluna av tí trúvirði, sum fyrst Útvarpið og síðan Sjónvarpið - og at enda samanlagdi stovnurin Kringvarpið - í útivið 60 ár hevur upparbeitt, og sum seinastu umleið tvey árini skammiliga hevur verið misnýtt av nýggju leiðslu Kringvarpsins, hevur hetta á ongan hátt rinið við Kringvarpið.

 

- Nú er so staðfest við dóminum í tollmálinum, at hesi varskó ikki vóru tikin úr leysari luft, men vóru røtt, sigur hann í lesarabrævinum.

 

Jóhan Petersen var gestur í tíðindasendingini á Rás 2 klokkan 15.00. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við hann.

 

Les lesarabrævið hjá Jóhan Petersen her www.in.fo/news-detail/news/suspenderid-doemdu-kringsvarpsfolkini/