Suðuroyar Svimjifelag førir eftir fyrsta dag dystin um at vinna flest heiðursmerki á bæði FM og JM 2014, men Ægir er í hølunum á teimum.
Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum.
FLOT er í kraft av Biritu Debes við í dystinum um heiðursmerki hjá seniorum, meðan Havnar Svimjifelag stendur seg betri í juniorbólkinum.
FM í svimjing heldur fram í dag.
Heiðursmerkjabýti í juniorbólkinum
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
SuSvim | 6 | 3 | 3 |
Ægir | 6 | 0 | 2 |
HS | 1 | 8 | 5 |
FLOT | 0 | 1 | 2 |
Reysti | 0 | 1 | 1 |
Heiðursmerkjabýti í opna bólkinum
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
SuSvim | 6 | 5 | 3 |
Ægir | 5 | 5 | 2 |
FLOT | 2 | 0 | 0 |
HS | 1 | 4 | 8 |
Reysti | 0 | 0 | 1 |