Tað vísir seg at MPV og jeepar eru ikki nóg áhugaverdir, uttan at teir eisini fáast við dieselmotori. Tann størsti Suzuki, Grand Vitara XL7, sum einans hevur fingist við 2,7 litur V6 bensinmotori, fæst nú eisini við 2,0 litur commonrail turbodiesel motori við 109 hk. Framman er bilurin eisini broyttur við nýggjum forlyktum og kølaragittari.
Grand Vitara LX7 2,0 TD er annars væl útgjørdur við heilautomatiskum klimaanleggi, el-síðuspeglum við hita og hita í setrunum. Bilurin er ein 4x4 við DriveSelect, sum eisini kann verða drivin av tveimum hjólum. Hann kann draga ein viðfestisvogn, sum vigar upp til 1850 kilo.
Frá bilasøluni, Sp/f Eyðbjørn Hansen, verður sagt, at sum 7 persónabilur kostar Grand Vitara LX7 2,0 TD kr. 305.000,- og 256.000,- sum vøruvognur.