Tær fýra norðurlendsku hondbóltstjóðirnar, sum eru við í EM í Noregi, hava allar leikt í grannauppgerðum í kvøld. Fyrr í kvøld vann Noreg 27-26 á Danmark, og fyri løtu síðan vann Svøríki ein heldur tryggari sigur á Íslandi. Svøríki vann dystin 24-19, eftir at hálvleiksstøðan var 11-9 til Svøríki.
Ísland megnaði ongantíð veruliga at fóta sær í dystinum, og sigurin hjá Svøríki var ongantíð í vanda. Við tveimum væl leikandi málmonnum á odda er Svøríki klárt til at fáa eina væl størri uppgávu, tá ið Frakland í morgin bíðar teimum. Hesin dystur byrjar kl.19.15, meðan dysturin millum Ísland og Slovakia byrjar kl.17.15.
Úrslitini frá EM í dag vóru hesi:
Bólkur A:
Slovenia ? Kekkia 34-32 (16-14)
Kroatia ? Pólland 31-26 (14-14)
Bólkur B:
Russland ? Montenegro 25-25 (15-16)
Danmark ? Noreg 26-27 (10-14)
Bólkur C:
Týskland ? Hvítarussland 34-26 (16-13)
Spania ? Ungarn 28-35 (12-14)
Bólkur D:
Frakland ? Slovakia 32-31 (20-18)
Ísland ? Svøríki 19-24 (9-11)