Undirtøkan hjá Svøríkidemokratunum verður møguliga væl minni enn væntað, tá svenska tjóðartingsvalið er í næstu viku. Seinastu mánaðirnar hevur verið mett, at høgrapopulistiski flokkurin fór at gerast næststørsti flokkur í svenska ríkisdegnum, men sambært seinastu veljarakanningini hjá Dagens Nyheter og Ipsos, missur flokkurin undirtøku millum veljarar og fær flokkurin einans 16,3 prosent av atkvøðunum.
Talan er um eina afturgongd á heili trý prosentstig, tá samanborið verður við seinastu veljarakanning hjá DN/Ipsos, men er kortini ein framgongd á 3,4 prosentstig frá valinum í 2014.
Hóast Svøríkidemokratarnir missa undirtøku, so sæst tað ikki aftur á undirtøkuni hjá Moderatunum, ið fáa 16,9 prosent í veljarakanningini. Tað er nokk til at vera næststørsti flokkur í kanningini, men er ein afturgongd á 6,4 prosent frá seinasta vali.
Nógv tann størsti flokkurin í kanningini er stjórnarflokkurin Sosialdemokratarnir, sum í veljarakanningini fær 26,5 prosent av atkvøðunum. Talan er um eina afturgongd á 4,5 prosent frá seinasta vali, men er tað kortini munandi betri enn flokkurin hevur staðið seg í fleiri veljarakanningum seinastu tíðina. Talan er um størstu undirtøku í eini kanning hjá DN/Ipsos síðan mars mánað.
Av teimum smærri flokkurin er Vinstriflokkurin størst við 10,7 prosentum, síðan kemur Miðflokkurin við 9,6 prosentum, Kristindemokratarnir við 6,3 prosentum, teir Liberalu við 5,9 prosentum og Umhvørvisflokkurin við fimm prosentum.