Svabo Poulsen (Svabo í Gerðinum) Miðvágur, til áminningar

Føddur 31/7 1941 deyður 24/9 2011

Fader, Fader ak vor hjerte
Er så fuld af tak til dig,
Vi, som aldrig helt kan fatte
Hvad det er at miste dig
Herren giver mange gaver,
Herpå jorden om igen
Men han giver kun en fader
han får vi ej igen




Góði Svabo, nú nakað er fráliðið síðani tú legði árarnar inn aftaná virki arbeiðslív, vilja vit fegin bera tær eina heilsan og tøkk.
Tað kennist rættuliga tómt her inni á Húsanesvegi, nú tú ikki ert millum okkum longur. Tú fylti so nógv upp í dagligdegnum við tínum skemtiliga og hjartagóða lyndi.
Tú valdi sum blaðungur sjógvin sum títt lívsstarv, og baldist har so leingi heilsan loyvdi tí. Mangan fongin førdi tú heim, bæði frá fjar- og nærleiðum. Komin væl til mans, hevði tú ein tín besta fongin heim við, tá tú fannst tær unnustuna úr Hvalba. Familjan var altíð fremst í huga tínum, og fingu tit tveir evnaligar dreingir. Stuttligt var at síggja, hvussu lukkuligur og glaður tú vart, tá tit fingu tykkara fyrsta ommudóttir. Gud fái tøkk fyri, at tykkum untust at fáa nøkur góð og hendingarík ár saman. Ikki minst feriurnar í Danmørk.
Lagnan vildi tað tó ikki sum vit. Og nøkur fá ár eftir at tú vart givin á havinum, var tú raktur av herviligari sjúku . Tó at tú vart meint raktur av sjúkuni, kempaði tú sum fáur, og her var títt positiva sinni, tær og okkum stór hjálp.
Tú hevði ein trúgvan vin í Jesus Pápa, og legði teg trúliga í hansara hendur hvørja nátt. Hann var tær ein góður vinur tá harðast leikaði á.
Vit vilja her bera tær eina hjartans tøkk, fyri alt tú hevur verið fyri okkum.
Jesus Pápi goymi teg hjá sær, til vit hittast aftur

Pápi okkara farin er
Pápi okkara farin er,- ringt tað er at skilja
Eftir vit nú sita her, - ei skilja Faðirs vilja
Harri ver nú okkum hjá,- til vit aftur pápa sjá.

Pápi okkara góður var, - var trúfastur sum fáur
Ei hann spurdi hvør og hvar, - øllum gav hann gávur
Svárt tað er at missa teg, - ei vit skilja Harrans veg.

Inn til okkum sorgin kom, - tað neit so fast í hjarta
Alt var so óskiljandi, - hendan morgun svarta
Lív mítt fór ein annan veg,- pápi mín eg elski teg

Pápi og mamma vóru eitt,-annað kann ei fara
Tey hvønn annan hava leitt,- gjøgnum lívið harða
Eftir situr mamma nú,- pápi í himli festi búð

Gráturin seg treingir á,- kemur sum ein alda
Harrin hjálpa okkum má,- her vit ikki valda
Í hjarta føldist sorg so stór,- tá pápi heim til Harran fór


Tær kærastu heilsanir
-----
Evi, Herfinn, Jonhard, Connie, Nathalia og Silas - Svabo