Svam til Ibiza

Tað er ikki óvanligt, at fólk fara til Ibiza at hugna sær og svimja. Men ein spanskur svimjari gjørdi ikki matari, enn hann svam úr Spania til Ibiza í farnu viku. David Meca er vanur við at svimja langar teinar, og hesaferð svam hann heilar 110 kilometrar uttan steðga. Hann brúkti 26 tímar, um at koma úr Spania til Ibiza, men tá var hann eisin útlúgvaður. Vónandi tekur hann sær av løttum á Ibiza í eina viku ella tvær eftir hetta bragdið. (Mynd: Scanpix)