Ikki er óvanligt, at svanir steðga á Niðri á Vatni, men meiri sjáldsamt er tað, at eitt svanapar reiðrast á hesum staði. Í seinastuni hava eiðisfólk og onnur vitjandi eygleitt, hvussu bøgan hevur ligið á eggum, og leygardagin kundu fólk við frøi ? og frøði ? staðfesta, at svanaparið hevði ríkað djóralívið við tveimum ungum.
Í dag ber til at síggja hesar ungarnar, væl vardir av foreldrum sínum, svimja aftur og fram á vatninum.
? Einki er at siga til, at henda søguliga hending og vakra sjón vekir ans millum fólk á Eiði og helst aðrastaðni við, skrivar heimasíðan hjá Eiðis kommuna.