Svanar og dunnuungar

Bókmentavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum 2005

Kim Simonsen
????
Ísland hevur sent Einar Kárason og Sjón. Noreg hevur ein sterkan kandidat við Karl Ove Knausgård og hansara stóru skaldsøgu "En tid for alt" og kenda yrkjaran Stein Mehren. Svøríki hevur sum vant góðar høvundar við í ár í kappingini. Serliga er skaldsøgan hjá Majgull Axelsson "Den jag aldrig var" ein møguligur vinnari í ár. Danmark hevur sent tveir avantgarduhøvundar, ið helst ikki hava nakran størri kjans. Simon Grotrian og savnið "Korstogets lille tabel" er sera torført at lesa. Teir flestu ummælarar tora væl at viðganga, at teir ikki skilja Grotrian. Onkur heldur, at hann er sálarliga sjúkur. Hitt umboðið fyri Danmark er skaldsøgan hjá Kirsten Hammann "Fra smørhullet", ið er dømi um eina (serliga) danska postmodernismu frá 1990inum, tá hon er mest keðilig.




Danskir høvundar verða hildnir at vera teir keðiligastu í Norðurlondum. Í ár hava danir so aftur provokerandi sent tvey avstað, ið júst í ovurmáta umboða, hvat tey í Svøríki og Noreg finnast at donskum bókmentum fyri, at hesar bókmentir er ólesilig mimalminimalistisk stuttprosa.
Í 2005 eru 11 uppskot frammi til bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Millum tey 11 sum kappast um at fáa hesa heiðursløn, er føroyingurin Tóroddur Poulsen. Virðislønin verður latin vinnaranum á fundi í Norðurlandaráðnum í Reykjavík í oktober. Tóroddur er innstillaður fyri yrkingasavnið "Eygnamørk", ið Mentunargrunnur Studentafelagsins hevur útgivið. Skjótt kemur mentanarnevnd Norðurlandaráðsins at hava sín árliga fund, tá verður almannakunngjørt, hvør hin hepni vinnarin er. Bókmentavirðisløn Norðurlanda-ráðsins 2005, sum er uppá kr. 350.000 danskar krónur.
Við í ár eru nógv kend nøvn. Í norðurlenskum høpi eru fólk sum Sjón (Í), finska Rakel Liehu, Einar Kárason (Í), Majgull Axelsson (S).
Mikudagin koma vit so at fáa at vita hvør fær stóra heiðurin í ár. Í fjør vann finski Kari Hotakainen sera óvæntað, sjálvt um eg haldi at bókin var sera stuttlig og væl skrivað.
Danir spenna fót fyri seg sjálvar
Í Danmark sita Peter Laugesen og Marianne Ping Huang í nevndini. Serliga Peter Laugesen er ein kendur danskur yrkjari sjálvur. Møguligani er tað tí, at tey í ár hava valt høvundar sum
Kirsten Hammann og Simon Grotrian. Tey siga, at Simon Grotrian er valdur tí hann bæði umboðar avantgarduna í 1960inum, barok og at hann hevur ein serligan form. Hesin formur, er so hermetiskt lokaður, at tað er nærum ógjørligt at opna hann:

Jeg ønsker at være dit mørke
og ekspropriere rosinhavet.

Skilpaddeskjoldet
ved Hebrons forsagelse.

Solen går stønnende ned over manden
der høster bronzele
du er klædt på i kærtegn
en himmel (...)

Bókin hjá Kirsten Hammann "Fra smørhullet", er óvanliga ótolandi lestnaður:
Se, Søren og Mette. Søren bor i et hus, og Mette bor i et hus. Søren og Mette bor i et hus. Nej de bor i en lej-lig-hed. På en vej. Nej, i en gade, A.ma.li.e.gade.
Skaldsøgan snýr seg um Mette, sum hvørki er serliga klók ella býtt, serliga mentað ella ónd, góð ella politisk. Hon mistrívist í síni stóru íbúð á Amaliegade i Keypmannahavn. Hon er ein rættuliga keðiligur persónur, ið sær realitysendingar í sjónvarpinum. Hon etur ov nógv slikk og tá maðurin Søren (sum í lesibókini Mette og Søren) rýmur, gerðst hon desperat og fer at umhugsa lívið. Men mátin hon skrivar er rættuliga løgin. Eg hoyri til tað slagið av kritikara, ið ongantíð havi tolt Kirsten Hammann. Eg skilji ikki, hví danir ikki hava instilla Lars Frost og óføru skaldsøguna hjá honum "Smukke biler efter krigen" ella Christian Jungersen "Undtagelsen". Við hesum bókunum høvdu teir haft ein kjans. Báðar hava vunnið óført av prísum og selja sera væl, men hetta er kanska tað sum er galið?
At møta tí enska
Norðurlenska øki er sera lítið og tí er lætt, at ensk-amerikansk mentan kemur at yvirtaka av nógv rúm. Eitt endamál við hesum prísinum er tí at: "bryde med den strøm af angelsaksisk littera-tur, der tager hyldepladsen i de nordiske boghandlere og at ud-brede kendskabet til litteraturen i norden«, hetta tók Marianne Ping Huang.
Mangt løgið er hent við hesi virðisløn, m.a. varð Henrik Nordbrandt instillaður tríggjar ferð, áðrenn hann fekk virðislønina í 2000 fyri yrkingasavnið 'Drømmespor'. Seinni fekk norski høvundin Jan Kjærstad endeliga hesa virðislønina fyri sína skaldsøgutriologi um Jonas Wergeland.
Øll vinna
Tað er ein heiður, at verða innstillaður til hesa virðisløn. Høvundin fær henda heiður, forlagið og sjálvur stovnurin sum gevir hana.
Ummælarin hjá Politiken Mikkel Bruun Zangenberg viðgjørdi m.a. Tórodd Poulsen, Stein Mehren og Anna Halberg í einum ummæli, hann helt, at:
"To ældre, slidte mænd og en slagkraftig og køn ung kvinde - det er næsten, som om de tre nordlige lyrikkandidater til Nordisk Råds Litteraturpris mimer den hjemlige valgkamps gebrækkeligheder, og måske også de opløftende takter."
Hann helt, at Tóroddur minti um Anders Fogh Rasmussen. Og Stein Mehren heldur hann er ein ræðuligur yrkjari, ið er verri enn Mogens Lykketoft sum politikari. Best dámdi honum svenska yrkjarin Anna Hallberg. Sum heild dámar honum Tórodd, kanska mest í mun til "det norske statskoryfæ Stein Mehren, der sidste år fik den prestigiøse Gyldendal-prisen for 'Imperiet lukker seg'. Hann heldur at hesar yrkingar eru:
"?fuldkommen rædselsfulde og elendige, den værste karikatur på noget der skal forestille at være sådan rigtig 'lyrisk', fyldt med tunge, symbolladede konstruktioner, allegoriske udsagn, som selv en tungnem, alkoholiseret 12-årig ville kunne aflæse på et nanosekund, en essentielt taktløs tilbøjelighed til kunstig pseudo-dybsindighed, der ikke er til at bære, og så endelig en flødetyk patos, der ofte kæntrer i sentimentalitet og jammerlig selvmedlidenhed".
Eg eri ikki samdur við honum, eg havi lisið Stein Mehren og hann er stundum í ætt við Henrik Nordbrandt og Søren Ulrik Thomsen og við eldri svenskar modernistar sum Ekelöf. Her er brot úr yrkingini: "Imperiet lukker sig":

Ansikter om kvelden i store byer, Du kan
se på dem at alt er for sent. De kommer
mot deg som om de haster vekk, bort fra
den katastreofen vår tid er. De kommer ut
av kinoer og teatre, møter og kafeer, Bleke
som om de hentet opp av massegraver
ennu ikke identifiseret af noen som kjenner
og elsker dem (...)"

Hatta sum er við at geva ummælarinum á Politiken vaml, eru eina mest klassiskar modernist-iskar yrkingar. Tað skuldi ikki undra meg um Stein Mehren vann hesa kapping í ár. Hin vegin so rokni við at yngri norski høvundin Karl Ove Knausgård hevur ein góðan kjans við skaldsøguni "En tid for alt" og at svenski høvundin Majgull Axelsson, við bókini "Den jag aldrig var". Eg keypti hesa bókina í Svøríki herfyri, men eg havi ikki lisið hana liðna enn, men hon er stak spenanndi haldi eg og er eitt boð um bók, ið kann koma at vinna.
Norðurlandaráðsins bókmentavirðisløn
Varð givin fyrstu ferð í 1962 og er givin síðani. Endamálið er at økja um kunnleikan og áhugan fyri norðurlenskum bókmentum og at styrka um norðurlenska felagsskapin. Nevndin er sett av Norðurlensku Ráðharrastovuni, har sita 10 limir, ið velja hesi verk. Bert tvey verk kunnu instillast um árið. Vinnari verur funnin við atkvøðu. Rói Patursson og Williamm Heinesen er einastu føroyingarnir, ið hava vunnið. Í Danmark hava fólk sum Klaus Rifbjerg 'Anna, jeg, Anna' (1970), Thorkild Hansen 'Slavernes øer' (1971), Villy Sørensen 'Uden mål - og med' (1974), Peter Seeberg 'Om fjorten dage'(1983), Peer Hultberg 'Byen og verden' (1993), Dorrit Willumsen 'Bang. En roman om Herman Bang' (1997), Pia Tafdrup 'Dronningeporten' (1999) og Henrik Nordbrandt 'Drømmebroer' (2000) vunnið.
Tey sum eru instillað í ár:
Føroyar:
Tóroddur Poulsen: Eygnamørk. Yrkingasavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2004

Danmark:
Simon ?Grotrian: Korstogets lille tabel. Yrkingasavn, Borgens forlag, 2004
Kirsten Hammann: Fra smørhullet. Skaldsøga, Gyldendal, 2004

Finland:
Monika Fagerholm: Den amerikanska flickan. Skaldsøga, Söderströms, 2004
Rakel Liehu: Helene. Skaldsøga, WSOY, 2003

Ísland:
Einar Kárason: Stormur. Skaldsøga, Mál og menning, 2003
Sjón: Skugga-Baldur. Skaldsøga, Bjartur, 2003

Noreg:
Karl Ove Knausgård: En tid for alt. Skaldsøga, Forlaget Oktober, 2004
Stein Mehren: Imperiet lukker seg. Yrkingasavn, Aschehoug Forlag, 2004

Svøríki:
Majgull Axelsson: Den jag aldrig var. Skaldsøga, Prisma, 2004
Anna Hallberg: På era platser. Yrkingarsavn, Albert Bonniers Förlag, 2004

Grønland:
Hevur onga instilling í ár.

Samiska máløkið:
Hevur onga instilling í ár.