Kristin Vestergaard
------
Her er nakað galið.
Tað er sera ræðandi, at man kemur til landið og sær, hvat landsins myndugleikar hava í tonkunum. Og sjálvandi verður mann ørkymlaður. Vit sambandsfólk vóru glað, tí vit vunnið valið. Men skamma stund seinni rennir veruleikin okkum í eyguni. Tann sigur, vit roknaðu so nógv við, varð seldur, og má eg so spyrja fyri hvat.
Sambandsflokkurin hevur havt eina stevnuskrá, sum hevur umfatað ein stóran part av okkum, ið her búleikast. Vit hava altíð, frá byrjan, roynt at fingi fólkið við alla tíðina, so tey vita hvat tey hava í væntu. Flokkurin hevur frá byrjan havt 3 bein at standa á: Ríkisfelagsskapurin, sum hevur gjørt tað møguligt at fremja nøkur mál, sum vit ikki megnaðu sjálvi. Tað privata initiativið, sum ein borgarligur flokkur skal stuðla, og til seinast, men ikki minst eina sosiala skipan, sum flokkurin bardist fyri frá byrjan, og hevur staðið sum verja um frá fyrsta upphavi.
Tað er við sorg, at man sær ræðuleikarnar í eyguni. Eg skal ikki koma so nógv inn á tey teknisku viðurskiftini, tey eru sera væl lýst frammanundan, og viðvíkjandi pensjónsskipaninni, so havi eg mína egnu roknimaskinu. Og har eg sigi bara, eg skilji fólk sum óttast.
Hvørjir av harrunum í Sambandsflokkinum, sum hava sagt ja til at venda skránni bakið, veit eg av góðum grundum ikki. Men tá man strikar teir ideologisku tankarnar, sum hava borið Sambandsflokkin so langt, so ivast man sum veljari og stuðul, hvat hendir. Eg havi ikki sæð eina landsfundarsamtykt, hvar mann einmælt broytir aðalmál floksins, ei heldur eina landsnevndarsamtykt at reyvrenna tey veiku í samfelagnum.
Sambandsflokkurin hevur atkvøtt fyri flatskattaskipanini, og tað vil siga, at ólíkheitin millum borgarar økist. Hetta er ímóti upprunaligu stevnuskrá flokksins. Løgmaður hevur, vegna Sambandsflokkin sagt, at tað búskaparliga skal fást upp á pláss, men Kaj Leo, at økja klassamunin í Føroyum kann aldrin verða svarið.
Tit skapa bevíst eina gjógv millum tey minnu mentu og elituna, heldur tú veruliga at hesi fara at gera íløgur í eitt fiskifar ella eina verksmiðju og soleiðis økja produktivitetin? Tú veist, at tað hendir ikki.
Fyri at siga tað øðrvísi: Halda tit veruliga, at búskaparliga kreppa Føroya verður loyst við at økja ólíkheitana millum borgaranar? Eg havi fyri kortum gjørt mína egnu kanning millum vinir og kenningar og fyrrverandi starvfelagar, og eitt samansjóðað svar er, at tey eru flóv. Hesi hava øll eina inntøku, sum nú geva teimum eina gávu upp á 2.500-3.000 um mánaðin. Tey hava ringa samvitsku at siga ja til tykkara gávu, sum øll vita fer til nýtslu ella undir høvdapúturnar, og so avgørt ikki til íløgur, tí tey vita eisini, at onnur høvdu meira brúk fyri hesum enn tey. Hví skuldu tey tað. Og hóast tað, so sýna tey samfelagskenslu. Og tað ringasta er, tað sær út til, at tit eru fullkomiliga líka glað um tann partin av Føroya fólki, sum liva á lívsins skuggasíðu. Hvar er tann sosiala ábyrgdin, sum Sambandsflokkurin einaferð var kendur fyri at hava?
Harafturat meta tit, at fólk fara at flyta av landinum, serliga væl lisin og fleiri, tí ov lítið er eftir eftir skatt. Soleiðis er veruleikin heldur ikki. Trúgv mær, hesi fólk vita, at samfelagið hevur givið teimum nakað, og tey flestu eru fegin um at geva nakað aftur, tey merkja eina samfelagsábyrgd, sum tit slettis ikki rokna við. Undirmet ikki tann afturvendandi føroyingin. Tey vita so sanniliga eisini, at grasið er ikki altíð grønari handan sýnuna. Tey sum kanska rýma eru fólk, sum liva í skugganum av einum, annars vælbjargaðum samfelag, har rúm ikki er fyri teimum, tí tey, út frá tykkara útsøgnum og gerðum eru óynskt.
So Sambandsflokkurin er í ferð við at skapa eitt samfelaga, sum er fjart frá grundsjónarmiðum Sambandsflokksins. Tann dagin, tú vendir trúgvum veljaranum bakið, so sigur tú eisini farvæl til ryggin í flokkinum, og tað ert ein sjálvfylgja, at hesi ivast. Vit eru fleiri, sum hava verið valevni floksins og trúð upp á skránna sum eina sosialliberala skrá, har nakrir grundsetningar, sum okkara forfedrar eisini hildu vóru bæði sømiligir og neyðuðir setningar og mál, sum vit mettu høgt.
Tað er farið nú, syrgiligt kortini, man letur til Fólkaflokkinum tey tyngstu økini, man átti, sum vinnari av valinum, og man ofrar eisini mergin í sínari flokksideologi. Við hesi skipan ger man seg til talsmann fyri at bólkast við londum sum Estlandi, Letlandi, Litava, Bulgaria, Slovakia, Ukreina, Grenada, Jameika, Belise, Paraguei og Zimbabwe. Tá hetta er støðið, man arbeiðir so hart fyri náa, er grund hjá føroyingum at óttast.
Eitt annað sum nívir er okkara starv. Eg, og fleiri, sum skulu skriva søguna, hava ein trupuleika, tí hvat skula vit skriva? At í 2012 vendi Sambandsflokkurin sínum kjarnuveljarum bakið, at Sambandsflokkurin valdi at økja ólíkheitina í samfelagnum, og tí man vil tokkast samfelagsins mergsúgvarum, offrar man tey veiku í samfelagnum.
Veruleikin er einfaldur: Veljarin mistrívist, og teir trúgvu hugsa um aðrar møguleikar, tað eru framvegis nógvir sambandsmenn í Føroyum, og hvar finna tey rúm? Tankarnir um ein nýggjan flokk hava verið frammi og eru nú sera aktuellir. Skráin er einføld, hon er upprunaskrá Sambandsflokksins, so fólk kenna seg aftur. Mín tíð skal nýtast á støðum sum á keium, egningarskúrum, skipum, miðstøðum, á bingo, bygdafundum, handlum, kirkjum og samkomuhúsum, fyri at ávara móti tí politikki, sum listi B ger seg til talsmann fyri og samstundis skapa sló fyri einum seriøsum alternativi.
Tað er ikki av huga, men neyðugt.