Svar til Fólkaflokkin

Í viðmerkingini frá Fólkaflokkinum til Javnstøðunevndina um ætlaða skattalættan til giftar menn eru so nógvir skeivleikar og beinleiðis ósannindi, at ein rættleiðing er neyðug:

 

Vegna Javnstøðunevndina:

Turið Debes Hentze, fork.



Í viðmerkingini frá Fólkaflokkinum til Javnstøðunevndina um ætlaða skattalættan til giftar menn eru so nógvir skeivleikar og beinleiðis ósannindi, at ein rættleiðing er neyðug:


? Tað er ikki rætt, at verandi skattalóg ger mun á giftum kvinnum og ógiftum, tí báðar skulu gjalda skatt av inntøkum sínum. Og er ongin inntøku, er ongin skattur at gjalda. Tann heimaarbeiðandi húsmóðirin, sum onga inntøku hevur, rindar tí heldur ikki skatt.


? Tað er heldur ikki rætt, at maðurin verður revsaður, tí at konan ikki hevur inntøku. Hann rindar skatt sum einhvør annar sambært skattaskipanini. Hann hevur hin vegin eina konu heima sum syrgir fyri honum, húsi og børnum. Hesa veiting fær hann skattafría, og afturfyri undirheldur hann fíggjarliga konu og børnum, og hesum rindar hon hinvegin heldur ikki skatt av. So kann altíð spyrjast, hvussu hesar veitingar viga upp móti hvørji aðrari fíggjarliga og í aðrar mátar. Men soleiðis hava tey skipað seg.


? Tað er heldur ikki rætt, at verandi skattalóg tvingar fólk at skilja seg. Tann gifta kvinnan við ongari inntøku verður ikki betri fyri skattliga, um hon verður skild, tí um hon onga inntøku hevur, rindar hon framvegis ikki skatt tá. Heldur verður hon verri fyri, tí at hon tá ikki longur skattafrítt kann fá pengar ella annað uppihald goldið frá manninum. Nú eru hesir pengar skattskyldugir.


? Tað er óseriøst og hevur ikki annað endamál enn at grugga skattamálið og viðgerðina av hesum at tosa um hjúnabandsstøðuna innan almannalóggávuna. Ivaleyst er har okkurt at tosa um eisini, men hevur tað onki við ætlaða skattalættan at gera.


Í proklamatiónini frá Fólkaflokkinum verður sagt, at Javnstøðunevndin loypir á familjuna, hjúnalagið og giftu barnamammurnar. Hetta er eisini skeivt!

Ørindini hjá javnstøðunevndini vóru at vísa á, at um endamálið við skattalættanum var at lívga um barnafamiljuna, so skuldu allar barnafamiljur takast við og ikki bert tey giftu. Børnini skulu ikki revsast fyri at foreldrini ikki eru gift, og tað eru børnini sum eiga at vera kjanin í hesum máli. Og tá umleið annaðhvørt barn í dag verður føtt uttan at mamman er gift, so tosa vit um nógvar familjur ella forsyrgjarar.

Ørindini vóru eisini at vísa á, at kvinnan sum tann fíggjarligt veikari parturin í hjúnalagnum skal ansa sær ikki at vera nýtt á ein hátt, sum ikki gagnar henni meiri enn kanska bara beint her og nú, og at hon ikki skal viðgerast sum eitt viðhang hjá manninum, men sum sjálvstøðugur persónur. Og at vísa á, at framtíðin hjá teimum ungu kvinnunum ikki liggur í húsmóðirarbeiðinum burturav, men í útbúgtving og arbeiðsinntøku, sum gevur persónligt og fíggjarligt frælsi.

Illgrunin um, at uppskotið í veruleikanum er skattaspekulatiónspolitikkur ílatin sum familjupolitikkur er bert styrktur aftaná at viðmerking fólkaflokksins, sum hevur hetta at bjóða tí heimaarbeiðandi konuni: at passa egnu børnum sínum og spara sam-felagnum fyri milliónaupphæddir í alm. barnaansing. Afturfyri skal maðurin fáa skattalætta.

Og tá sambandsflokkurin sigur, at tað eru fleiri konur sum ikki sleppa út at arbeiða, tí tær fáa ikki børnini ansaði, kann bara spyrjast, jamen hvat hjálpir skattalættin uppá tað. Var so ikki vert ístaðin at umhugsa fleiri og betri ansingarmøguleikar. Tað tykist veruliga sum, at hesir flokkar ynskja at halda kvinnunum heima fyri at spara ansingarpláss. Um kvinnurnar spara samfelagnum milliónaupphæddir, sum sagt verður, og ynski er framhaldandi um at halda teimum heima uttan valmøguleika at fara út í arbeiði, tí ansingarstovnar ikki skulu gerast, so skuldi vera lagamanni at útgoldið hesum kvinnm veruligar almennar lønir, sum eru at liva av (skattalætti er eisini almennur peningur) ikki bert teir smáu lokkubitar, sum higartil hava staðið teimum í boðið. Og hesar lønir skulu gjaldastbeinleiðis til tær mábarnamammur (ella teir pápar) sum gera arbeiði og ikki umvegis hin hjúnafelagan. Talan verður tá um eina løn ella sosiala veiting, sum ikki viðvíkir skattalógini.

Er talan um sosiala veitingum sum ávirkast av hjúnabandsstøðuni, so minkar upphæddin á veitingini tess størri inntøku hin hjúnafelagin hevur og veksur tilsvarandi, um hjúnafelagin lítla inntøku hevur. Tá verður úrsliti ta løgna og júst øvugta av tí, við skattauppskotinum. Tá fáa tey mest trongjandi meir burturúr og tey við hægri inntøkuni minni, og ikki sum sambært skattauppskotinum, at bert tey við ávísari høgari inntøku fáa ágóða.

Annars var grundsjónarmiðið í skrivinum frá Javnstøðunevndini: Latum okkum fáa tað, sum tørvur er á í samfelagnum, fáa barnaansing. stuðul til børn og trongjandi, og skipa so fyri at bæði kvinnur og menn fáa møguleika fyri at sameina familjulív og arbeiðslív uttanfyri heimið, tí tað verður framtíðarkravið hjá teimum komandi familjunum.