Svar til fyrispurning frá Helga Abrahamsen

Vegna Amnesty International, Føroya Deild
Margretha Nónklett, samskipari

Hóast Føroyar er eitt land, har flestu hava tað gott, samanborið við nógv av heimsins londum, varpaði kjakið í sambandi við ANSO ráðstevnuna ljós á, at tað í Føroyum ikki eru mørk fyri, hvat verður borið fram alment av niðrandi úttalilsum um samkynd. Hetta er ein støða, sum als ikki kann góðtakast. Amnesty heitti tí á myndugleikar og á stjórnarskipanarnevndina um at taka rættindini hjá samkyndum við í komandi stjórnarskipanarlóg, soleiðis at tað verður staðfest, at øll hava krav um rættindi og frælsi, uttan mun til ættarslag, húðarlit, kyn, mál, átrúnað, politiska sannføring ella kynsligan samleika. Amnesty Føroya deild tók málið upp, tí eitt av aðalmálunum hjá felagsskapinum er at stríðast móti øllum mismuni, bæði her á landi og úti í heimi.
Spurningurin um fosturtøku er ikki eitt mál, sum Amnesty International hevur nakra støðu til í løtuni. Amnesty hevur seinasta hálva árið millum annað arbeitt við málinum um støðuna til fosturtøku, seksual upplýsing og fyribyrging. Ásannandi at hetta eru viðkvamir og samansettir spurningar, sum mugu viðgerast nágreiniliga, varð í august 2005 sam-tykt, at Amnesty á altjóða aðalfundi í 2007 skal taka støðu til spurningarnar, aftan á eina gjølla innanhýsis viðtalu komandi tíðina. Allir limir í Amnesty Føroya deild fáa høvi at skifta orð um hesi málini í heyst og á komandi aðalfundi hjá felagnum. Áhugað kunnu venda sær til skrivstovuna og fáa tilfar um málini.