Filmurin snýr seg um ungu kvinnuna Mariu, ið lesur á Handilsháskúlanum og er strippari um kvøldið. Pápi hennara Kurt (Morten Grunwald), er ein, sum øll løgreglufólk kenna. Nú er hann gamal og vil gera sítt seinasta innbrot. Hann stjelur ein kendan málning, eina russiska ikon, kallað Svarta Madonnain, saman við Victor og Brian (Ole Thestrup og Nicolas Bro). Ætlanin er at selja myndina til eina russiska mafiakontakt.
Filmurin er eisini um løgreglumannin Gustav (Anders W. Berthelsen), sum leitar eftir Kurt, ið hevur sent dóttrini kenda málningin. Hon verður nú noydd at velja, um hon sigur løgregluni frá um myndina og fáa eina finningarløn upp á fleiri milliónir, men so kemur pápin illa fyri av russiska listahandlaranum, ella at hjálpa pápanum. Birthe Neumann er her ein millumforhandlari, ið hevur fangað Kurt. Maria velur pápan og fer eina ferð til Russlands. Sjálvandi fer Gustav við, og tey gerast góð.
Filmurin er ein klassisk kærleikskomedia. Tað sum á ein hátt bjargar filminum frá tí banala, eru nógvu góðu hjáleikarnir so sum Ole Thestrup, Nicolas Bro og Birthe Neumann, ið øll spæla meiri ella minni nakrir deiligir psykopatar.
Dreingjareyvaleikstjórin
Anders W. Berthelsen er fínur í leiklutinum sum Gustav.
Lasse Sprang Olsen blandar altíð humor, spenning og romantik í sínum filmum. Ikki minst er hann kendur sum stuntmaður og fyri at duga væl at fara við special effects. Eykennið er hart Tarantinokent aktion blandað við ógvusligum skemti. Ofta er hetta sera undirhaldandi, men nú er hann farin meiri yvir í kærleikskomediuna, og her er hann ikki so sterkur. Filmurin punkterar nærum ávegis og gerst kroystur.
3 stjørnur av 6.
Fakta um Svørtu Madonnaina
Leikandi:
Mille Dinesen
Anders W. Berthelsen
Søren Pilmark
Leikstjóri: Lasse Sprang Olsen.
Frumframførdur 9. mars í Havnar Bio. 90 minuttir. Aldursmark 11 ár.