Svarti Volvo-bilurin funnin

Danska løgreglan heldur seg nú hava funnið svarta Volvo-bilin, sum hevur verið eftirlýstur í Danmark allan seinnapartin í dag.

Danska løgreglan heldur seg nú hava funnið svarta Volvo-bilin, sum hevur verið eftirlýstur í Danmark allan seinnapartin í dag.

 

Tað upplýsti Jørgen Bergen Skov, sum starvast hjá løgreguni í Keypmannahavn, á einum tíðindafundi í kvøld.

 

- Vit hava fatur í einum bili, sum vit meina er hin rætti. Talan er um álvarsligan kriminalitet, sigur hann, men vil ikki greina nærri, hvat talan ítøkiliga er um.

 

Kanningarnar skulu nú royna at kortleggja við 100 prosent stórari vissu, at hetta er hin rætti bilurin, og tað heldur danska løgreglan eisini.

 

Á tíðindafundinum í kvøld segði løgreglan einki um, hvørt talan er um handtøkur ella ikki.

 

- Vit ynskja heldur ikki at avdúka, hvat málið í veruleikanum snýr seg um. Vit eru á einum støði, har vit ikki kunnu siga meira, sigur hann.

 

Maðurin hjá donsku løgregluni leggur dent á, at tað er eingin orsøk hjá almenninginum í Danmark at vera órógvað av støðuni.

 

Seinnapartin í dag sendi danska løgreglan út eitt tíðindaskriv, har tey eftirlýstu ein svartan, svenskt skrásttan Volvo V90 við skrásetingarnummarinum ZBP 546.

 

Í byrjanini sá hetta út sum ein isolerað jagt á Sælandi, men sum seinnaparturin leið, kundi løgreglan upplýsa, at eisini Fjóni og Jútland vóru ávirkað av hesum.

 

- Eg kann vátta, at tað nú er ein landsumfevnandi aktión, segði samskiftisfólkið hjá Københavns Politi, Riad Tolba.