Spælaraummæli
1. Jákup Mikkelsen, B36 (40 dystir/0 mál)
Stóð sum vant ein sera góðan dyst, har hann longu í fyrsta minuttinum stórbjargaði góðari skotroynd. Varð eisini fleiri ferðir kroystur at gera góðar bjargingar. Og einar tvær afturat av hesum vóru av høgum klassa. Var ta einu ferðina ov bráur við útkasti til pressaðan Mortan úr Hørg, men sum ikki eina ferð spælarin, sum stóð sterkastur í myndini. Ikki minst takka verið góða spælinum við beinunum.
2. Súni Olsen, AaB (23/1)
Uttan iva var talan um ein av lakastu dystunum, sum Súni hevur spælt á landsliðnum. Hevði stórar trupulleikar við at plasera seg rætt á vøllinum, og við einum heilkiksara átti hann sín avgjørda lut í ísraelska leiðslumálinum. Hevði eisini til tíðir merkisverdar trupulleikar í avspælinum. Hinvegin royndi hann støðugt at leita uppeftir, og við neyvum innleggum var hann í nógvum førum atvoldin til føroyskar møguleikar. Men við støðinum, sum hann áður hevur lagt, so eigur spælið frá honum at vera betri.
3. Mortan úr Hørg, VB (3/0)
Hevði eins og Súni stórar trupulleikar við at standa rætt á vøllinum, og serliga í fyrra hálvleiki gekk bróðurparturin av ísraelska álopsspælinum upp ígjøgnum hansara síðu. Eisini tí hann nakrar ferðir hevði lyndi til at selja seg, tí hann stóð skeivu megin mótstøðumannin. Sýndi tó góðan vilja og leitaði nógv frameftir, men spurningurin er, um hetta var ein hóskandi nýtsla av kreftunum.
5. Jón Rói Jacobsen, BK Frem (24/0)
Defensivt stóð Jón Rói væl, og við kvikleika sínum syrgdi hann fleiri ferðir fyri, at føroyska verjan ikki varð yvirspæld. Var eisini sera væl við í luftspælinum, har hann ofta megnaði at stúta hart og langt burtur. Í avspælinum er hann tó enn ikki so tryggur, sum vit onkra tíð hava sæð hann, og í einum tveimum førum var talan um mest sum hasarderaðar sendingar.
6. Rógvi Jacobsen, KR (35/5)
Tað varð sagt undan dystinum, at standurin á vøllinum varð tikin við í metingunum, tá liðið skuldi skipast, og í so máta var Rógvi upplagda valið. Sum target-maðurin í álopinum sýndi hann stóra styrki, har eingin mótstøðumaður kom honum til kníggja í loftspælinum. Var soleiðis við í tí mesta, sum føroyingar skaptu. Fánaði tó burtur, tá hann varð fluttur longur aftur á vøllin. Stóru rørslurnar hóskaðu ikki til tronga spælið á miðvøllinum, men sum heild gav hann greið tekin um, at hann eigur at vera maðurin, sum skal »hanga« aftan fyri ein veruligan centerforward.
7. Fróði Benjaminsen, B36 (34/2)
Var í nógvar mátar sambindingarliðurin á føroyska miðvøllinum. Serliga fyri steðgin fekk hann fatur á nógvum, soleiðis at ísraelsk álop vórðu brotin. Stóð í so máta sera sterkur í myndini, men frameftir vøllinum tykist enn ikki vera sama drive í, sum tað var fyri einum og tveimum árum síðani. Gjøgnumbrotini og djúpu spælingarnar, sum vóru hansara vørumerki, sást ikki so nógv til. Nakað sum kundi økt munandi um potensin í føroyska spælinum.
8. Claus Bech Jørgensen, Coventry CFC (8/1)
Fyri steðgin var tað ógvuliga lítið, sum vit sóu til Claus. Men eftir steðgin gekk tó nakað væl betri, og var hann tá við í nógvum av tí, sum varð skapt. Bæði eftir kantunum og eisini mitt fyri, har hann ofta rúgvaði væl upp, eins og hann á tann hátt skapti rúm fyri Súna Olsen at koma niðan. Ein trupulleiki, sum tó íkemur av og á, tá spælarin í so stóran mun leitar inneftir, er at síðan verður tømd, og í nógvum førum reageraðu mótstøðumenninir skjótt upp á hetta.
9. Jákup á Borg, HB (42/2)
Fyrra helming av fyrra hálvleiki sýndi Jákup nakrar av sínum bestu síðum. Kom væl niðan við, og við innleggum, sum fóru upp um fyrsta verjuspælaran, vórðu veruligur møguleikar eisini skaptir. Tóktist tó eftir hetta fella nakrar metrar aftur á vøllin, og kom tí ofta á millumhond, tað sum eftir var av dystinum. Kanska ein avleiðing av, at hann ikki kendi seg tryggan í verjupartinum, men um so var, so átti hann at bakka enn longur, um keturnar av álvara skuldu tættast.
10. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (24/2)
Ivaleyst hevði skjótleikin sítt at siga, tá hann varð tikin fram um Andrew, og í løtum prógvaði hann eisini, at hetta var ein góð avgerð. Royndi at vera við í nógvum, og einstakar ferðir var um reppi, at hann kom til veruligar skotroyndir, eins og hann við frálíkum uppleggi var um reppi at geva Rógva Jacobsen mál til 1-0. Megnaði tó í ov lítlan mun at vera avbjóðandi, tá hann fekk bóltin í brotsteiginum, men tað hongur so sjálvandi eisini saman við kvalitetinum í ísraelska verjuspælinum.
11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (21/1)
Kom á vøllin seinasta hálva tíman, tá venjararnir royndu at fáa nakað at henda frameftir. Tóktist hava sera ilt við at standa á tunga vøllinum, og í fleiri førum kostaði hetta bóltmiss. Átti stutt fyri dystarlok vandamiklastu føroysku atsóknina, men við frálíkari paradu forðaði ísraelski málverjin tó fyri, at spenningur aftur kom í dystin.
12. Símun Samuelsen, Keflavík (2/0)
Kom á vøllin seinastu fimm minuttirnar, og kann tí illa metast fyri avrikið.
13. Óli Johannesen, TB (75/1)
Tað er ikki fyri einki, at Óli so ruddiliga hevur dystarmetið á føroyska landsliðnum, og hann sýndi enn einaferð, hvussu stórur týdningurin hansara er fyri liðið. Stýrdi væl í verjuni, og ferð eftir ferð var hann maðurin, sum fekk fatur í innspælingum til áleyparar. Við kropsstyrki sínari megnaði hann eisini væl at flyta mótstøðumenninar lógliga, tó at talan kanska var um ólógliga togan ta einu ferðina, tá kapprunnið varð móti føroyska málinum. Men alt í alt ein dystur, sum væl og virðiliga prógvaði, at tað enn eru nógvir landsdystir eftir í beinunum.
14. Ingi Højsted, B36 (3/0)
Yngsti maðurin á liðnum var fyri steðgin við í nógvum av føroyska spælinum. Bæði tí hann við kontanta spælinum vinnur nógv, men eisini tí hann í bóltmedferðini aloftast kann hugsa eins skjótt sum mótstøðan. Sum dysturin leið, gjørdist møðin tó meira sjónlig, og óprovokerað mistøk sóust í spælinum. Útskiftingin tóktist tí vera náttúrlig.
17. Heðin á Lakjuni, KÍ (16/1)
Fekk seinastu góðu 20 minuttirnar á vinstra kanti, men hevði eins og hinir innskiftararnir trupult við at fella inn í dystin. Royndi tó støðugt at bjóða av, og kom eisini til einstøku innlegg.