Hetta er vanliga tann tíðin á árinum, tá millum onnur næmingar í ymsu miðnámsskúlunum leggja ta seinastu hondina á teirra próvtøkur. Og so fáa tey húgvuna á høvdið og eitt prógv í hondina. Men tað eru ikki øll, sum velja at fara í skúla, summi fara í læru, og ein av teimum er Ann Vang, sum er í læru til blómuprýðara ella blomsturdekoratør, sum tað eisini verður kallað.
Ann Vang kann av sonnum seta seg aftur á í dag og njóta tað framúrskarandi verkið, sum hon við hjálp hevur nýtt tann seinasta mánaðin til.
Hon er í læru sum blómuprýðari hjá blómuhandlinum Árstíðirnar í Havn, og hon hevur júst lagt seinastu hondina á sítt sveinastykki, sum bar við sær umfatandi broytingar í øllum handlinum.
? Vit hava broytt allan handilin. Málað alt av nýggjum, keypt nýtt innbúgv og?ja, alt er bara broytt, greiðir hon frá, nú alt stendur liðgut, og handilin hevur latið upp í nýggjum hami.
? Vit hava arbeitt dag sum nátt allan mánaðin, serliga ta seinastu vikuna var svøvnurin millum lítil og ongin, sigur hon.
Ann er tann einasta í øllum danska kongaríkinum, sum er hevur gjørt eitt so stórt og umfatandi sveinastykki.
Hon greiðir frá, at tá hon legði sítt hugskot fram fyri læraranum, tá segði hann, at hann mátti kanna, um tað bar til. Tí ongin var áður komin við hasum hugskotinum.
? Hann ivaðist í, um tað mundi vera ov stórt og umfatandi, men tað bar til kortini, tíbetur, sigur Ann.
Upprunaliga skuldi sveinastykkið standa liðugt tann fyrsta juni, men verkfallið seinkaði arbeiðið. So farið var ikki í gongd, fyrr enn verkfallið var av. Og arbeitt hevur verðið klokkuna runt síðani tá. Og øll fegnast um handilin, sum hann sær út í dag. Hon hevur fingið nógv rós fyri sítt arbeiði, men Ann leggur dent á, at tað gott nokk er hennara verkætlan, men hon hevði ikki blivið til nógv, um tað ikki var fyri alla hjálpina, sum hon hevur fingið við.
? Familja og vinir hava hjálpt nógv til, og vit hava allar arbeitt við hesum í handlinum, sigur Ann Vang, sum ikki ljóðar so troytt á málinum, tó at hon hevur rokast við hesum allan mánaðin.
Útbúgvingin hjá Ann tekur góð tvey ár, og meðan hon hevur verið í læru hevur hon somuleiðis gingið á kvøldskúla, har hon hevur tikið tær kravdu lærugreinarnar, sum til dømis virkisbúskap, marknaðarføring og KT. Eisini skal hon, tá hon er liðug, hava gingið í skúla í Århus í tilsamans 14 vikur. Í Århus er skúlin meira rættaður til sjálvt yrkið, sum hon fæst við. Tað vil siga, at har læra tey millum annað um, hvussu eitt blómutyssi eigur at verða bundið, ymsar teoriir um sjálva vøruna, sum tey arbeiða við.
Nú sveinastykkið er liðugt, liggur kortini framvegis ein stór uppgáva fyri framman. Ann skal skriva uppgávu um sveinastykkið, og í august skal hon niður til munnliga framløgu av uppgávuni.
? Hetta hevur verið strævið, men sera spennandi, sigur Ann, sum droymir um, at hon einaferð fer at kunna byrja fyri seg sjálva, men nær tað verður, tað sigur hon onki um.
? Tað er ikki bara sum at siga tað at byrja fyri seg sjálvan, men tað er ongin loyna, at tað er dreymurin. Men fyri fyrst verði eg her í Árstíðunum, her stórtrívist eg, sigur hon at enda.