Nemo, sum umboðaði Sveis við sanginum »The Code«, vann við 591 atkvøðum ársins Eurovision í finaluni í Malmø.
Tað er greitt, eftir at allar atkvøðurnar eru taldar.
– Eg vil bara siga túsund takk, segði Eurovision vinnarin við gráturødd.
Annað plássið fór til Krotia við Baby Lasagna við sanginum »Rim Tim Tagi Dim«, sum annars var favorittur til sigurin.
Ísrael – sum er ársins mest umrøddi luttakari – endaði á einum fimta plási við sanginum »Hurricane«, sum Eden Golan framførdi.
Harvið vann alpulandið Eurovision fyri triðju ferð í søguni. Fyrstu ferð var í 1956 við »Refrain« hjá Lys Assia. Aðru ferð var kanadiska superstjørnan Céline Dion í 1988 við »Ne Partez Pas Sans Moi«.
##med2##
##med3##
Ársins finala var undir strongum eftirlitið í Malmö Arena í Svøríki í kvøld.
Kappingin hevur verið nógv umrødd vegna luttøkuna hjá Ísrael. Hóast propalestinsk mótmælistiltøk og stór mótmæli fór Eden Golan á pallin undir bæði fagnaði og brølum, og hon endaði á einum fimtaplássi.
##med4##
##med5##
Hon hevði áðrenn finaluna tikið eitt lop upp á listunum hjá veddingarfyritøkunum, sum úrslit av teimum kongu gølunum, sum hava rakt ársins Eurovision.
Italska kringvarpið Rai kom av misgáum at almannakunngera atkvøðurnar hjá Italia undir hálvfinaluni hóskvøldið, har eisini danska Eurovision-vónin, Saba, framførdi sín lagnusang.
Italia gav Ísrael nógv flestu atkvøðurnar.
##med6##
##med7##
Luttøkan hjá Ísrael í ársins sangkapping hevur skap vreiði vegna kríggið í Gaza. Ísrael fór til mótálop eftir álopið hjá palestinsku vápnaðu rørsluni Hamas á Ísrael í oktober og hevur bumbað áhaldandi síðani.
Atfinnarar skilja ikki, hví Ísrael kann luttaka, tá Russlan og Hvítarussland ikki sleppa. European Boradcasting Union (EBU), sum skipar fyri Eurovision, hevur sagt, at talan er um eina kapping millum public servic veitarar og ikki stjórnir.
/ritzau/
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##