Sveisararnir sluppu við skrekkinum

Fyri føroyingarnar var tað heldur ikki hesa ferð nøktandi at tapa tepurt á heimavølli ímóti einum av teimum stóru

 

Landsdystur


Undankappingarsøgan á føroyskari grund er so stutt. Tað eru níggju ár síðani, at Belgia ? sum fyrsta landið yvirhøvur ? var her og spældi í HM undankapping. Tá varð sagt, at alt undir 4?0 tap kundi brúkast. Tapið í fyrsta dystinum var 3?0, og tað var at liva við.

Leygardagin var Sveis á Svangaskarði. Teir fóru avstað aftur við einum sera teprum 1?0 sigri. Hann taldi trý stig, og tað var væl skiljandi, at gestirnir vóru sera fegnir.

Føroyskur landsliðsfótbóltur hevur ment seg so mikið nógv hetta níggju ára skeiðið, at nú eru føroyingar ? og tað av røttum ? als ikki nøgdir við at tapa á heimavølli. Tey seinastu árini eru stig vunnin á heimavølli við javnleikum ímóti Skotlandi, Bosnia?Hersegovina og Slovenia. Tað hevur verið um reppið ímóti t. d. Slovakia og Kekkia. Tær ferðirnar eydnaðist tað ikki, og tað kendist sera harmuligt, eins og tað so at siga kendist órættvíst, at Estland og Letland skuldu vinna í Føroyum.


Fátækir

Allan Simonsen hevur fleiri ferðir sagt, at føroyingar fara at vinna ímóti onkrum av teimum, sum tað í altjóða høpi ikki verður roknað við, at føroyingar skulu fáa stig ímóti.

Leygardagin var møguleikin kanska størri, enn hann nakrantíð hevur verið. Sveisiska liðið var sera tamt. Í 4?4?2 uppstilling við hollendska meistaramanninum, Johann Vogel úr PSV Eindhoven sum bóltflytara og við ætlanini um, at Ciriaco Sforza úr Bayern München skuldi standa faddur til eitt tvey samanspæl við teir báðar fremstu menninar, David Sesa úr Napoli og Alexander Frei úr Servette, var lagt upp til, at spælarar úr nøkrum av fremstu feløgunum í Europa skuldu syrgja fyri, at sveisiska liðið kom heilskapað aftur úr Føroyum.

Men tað sá heilt leingi út til, at tað skuldi miseydnast. Sveis megnaði ikki at skapa málmøguleikar. Arkitekturin á miðvøllinum fekk so lítið burturúr, at hann í 2. hálvleiki varð tikin út, og í borðunum megnaðu hvørki Atletico Madrid maðurin í høgru, Raphael Wicky, ella Massino Lombardo í vinstru, at bróta ígjøgnum, koma til baklinjuna og leggja nevy og harvið vandamikil innlegg í brotsteigin.

Sveisiska liðið var hugflogs fátækt. Eingi einmansavrik vóru at síggja. Tað er ein veruleiki, at teir onga vandamikla hóttan høvdu havt ímóti føroyska málinum, áðrenn teir skoraðu.

Smáir tíggju minuttir restaðu, tá innskifti N'Kufo sera snilt dró úr høgru og tvørturum, áðrenn hann so at siga sletti við fótablaðnum í 90 stigs vinkul, soleiðis at Alexander Frei ? sum ein annar strikuspælari í hondbólti ? kom leysur í brotsteiginum. Meðan føroyska verjan hevði armarnar á lofti í vón um, at linjuverjin og dómarin fóru at vísa miskunn, sendi Frei framvið Jákupi Mikkelsen, sum kendi seg noyddan at leypa út.

Burtursæð frá málinum hevði Sveis ein annan møguleika. Hann kom aftaná málið, men royndin úr spískum í høgru fóru í síðunetið. At Sveis hevði so fáar møguleikar og var so tannleyst ger, at tað kennist serliga harmuligt, at Føroyar einki fingu burturúr.


Reseptin

Sveis hevði bóltin meiri enn Føroyar, men føroyingarnir, sum á allan hátt vóru so nógv betri innstillaðir til uppgávna, enn teir vóru í Sveis í oktober í fjør, áttu avgjørt sín part av heiðrinum fyri, at tað var so tætt.

Føroyingar kendu sín leiklut. Hann var fyrst og fremst so at siga at taka luftina úr Sveis. Tað var gjørt við at skáka teimum í borðunum, og við at liggja tætt í mótstøðumonnunum á miðvøllinum. Sambandið ímillum keturnar var gott í verjuspælinum, og tað slapst fullkomuliga undan hóttafalli av brotsspørkum, og sveisararnir fingu einki fríspark dygst uttanfyri brotsteigin.

Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen og Johan B. Hansen, sum fyri fyrstu ferð spældi landsdyst á føroyskari jørð, vóru tryggir í miðverjuni. Teir taklaðu, so tað sang eftir í, og tað var eyðsýnt, at teir ikki høvdu trupulleikar í høvuðspælinum ? heldur tvørtur ímóti.

Øssur Hansen brúkti allar sínar royndir, og Jákup á Borg, sum fyri einum stórum ári síðani hekk í klønum landsliðstráði, var ein brandur í høgru. Hann hevði neyðuga sjálvsálitið, og hann var ágrýtin og avgjørdur.

Miðvallararnir stríddust sum hestar. Fróði Benjaminsen, sum venjarin hevði tikið framum Sámal Joensen, hevði rættan hugburð og styrkti um sína støðu, John Petersen treivst væl við stóru avbjóðingini, og í hugburði, áræði og dynamikki sást tað ikki, at Julian Johnsson ikki hevur havt møguleika at spælt á hægsta støði í ein mánað.


Kostnaðurin

Allan Simonsen vil hava, at hansara lið roynir at spæla fótbólt, og spælararnir royndu. Bara í kroystum støðum aftarlaga á vøllinum varð sparkað høgt og langt. Men verjuspælararnir royndu at spæla, og Jákup Mikkelsen, sum burtursæð frá einum trimum væl avgreiddum innleggum, ikki var settur undir trýst, var partur av samanspælinum.

Miðvallararnir og vongverjarnir báðir royndu at fáa samband við fremstu menninar í framrættaða spælinum, men tað var torført. Christian Høgni Jacobsen, sum ikki tóktist nervaður av fyrsta heimadystinum á landsliðnum, var ofta aftarlaga á vøllinum, og harvið gjørdist Uni Arge, sum var afturi í egnum brotsteigi og hjálpti til í deyðbóltsstøðum, sera einsamallur á toppinum.

Føroyingar høvdu ongan upplagdan møguleika, men onkra ferðina var tætt við. Besta royndin var eftir tíggju minuttir, tá Jákup á Borg og Christian Høgni Jacobsen snilt samanspældu í høgru, og flata innleggið varð bent út til horna, áðrenn Uni Arge slapp framat. Uni stútaði eitt hornaspark upp um, og John Petersen var um reppið at røkka fram, tá Julian Johnsson stútaði frísparksinnlegg úr høgru tvørturum aftur.


Nýtt ættarlið

Altjóða royndirnar hjá føroysku spælarunum eru nógvar. Tað sást aftur í, at teir vóru væl skipaðir og skilagóðir í verjupartinum. Teir tordu at temja og spæla, og teir dugdu at nýta snildir at draga ferðina niður. Hetta líkaði mótstøðumonnunum lítið.

Men samstundis sum føroysku spælararnir hava nógvar royndir, so sást eitt føroyskt lið, sum er mitt í ættarliðsskifti. Tríggir spælarar frá Landskronatíðini vóru við, men Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre og Kurt Mørkøre vóru á beinkinum alla tíðina. Og umframt hesar vóru fýra aðrir, sum tey seinnu árini hava verið ímillum stuðulsspælararnar, ikki við. Sámal Joensen var á beinkinum, og Jens Kristian Hansen, Pól Thorsteinsson og Todi Jónsson vóru ikki við.

Jón Rói Jacobsen og Helgi L. Petersen komu á vøllin síðstu løtuna, og harvið kunnu vit staðfesta, at breiddin kring landsliðið hevur ongantíð verið størri enn tað sama.

Stórtapið í Zürich varð vaskað burtur. Tað var harmuligt, at avrikið hesa ferð ikki bar stig við sær. Verjuparturin var til ug. Tað skal arbeiðast við at leingja um tíðina, sum okkara hava bóltin. Føroyar vera ongantíð stórar í altjóða fótbólti. Men leygarkvøldið á Svangaskarði staðfesti, at tað er ikki uttan orsøk, at allar tjóðir í Europa stúra fyri at koma henda vegin.

Sveisararnir sluppu akkurát við skrekkinum.


Føroyar?Sveis 0? 1 (0?0)

HM undankappingardystur

Á Svangaskarði leygardagin 2. juni 2001, kl. 19.15

3.800 áskoðarar

Dómarakvartett úr Skotlandi: Douglas McDONALD, James DUNNE, Andrew DAVIS og Kenneth CLARKE

FIFA umboðsmaður úr Eysturríki: Gerhard Kapl

0?1: Alexander FREI 81.

Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, Herfølge BK 20/-33 ? 4. Jákup á BORG, B36 13/0, 5. Hans Fróði HANSEN, B68 18/1, 2. Óli JOHANNESEN, liðformaður, Hvidovre IF 51/1, 3. Johan B. HANSEN, OB 2/0, 6. Øssur HANSEN, B68 45/2 ? 7. Fróði BENJAMINSEN, B68 10/0, 11. John PETERSEN, B36 32/3 (17. Helgi L. PETERSEN, GÍ, 1/0 85.), 8. Julian JOHNSSON, Sogndal IL 39/1 ? 9. Christian Høgni JACOBSEN, NSÍ 4/1, 10. Uni ARGE, HB 34/7 (18. Jón Rói JACOBSEN, NSÍ, 1/0 77.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Allan MØRKØRE, HB 53/1, 13. Sámal JOENSEN, GÍ 21/0, 14. Kurt MØRKØRE, Sogndal IL 34/3, 15. Rógvi JACOBSEN, HB 9/0, 16. Jens Martin KNUDSEN, NSÍ 52/-139

Venjari: Allan SIMONSEN

Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN

Liðleiðari: Heðin ASKHAM

Ognarrøkil: Birgir HANSEN

Lækni: Torbjørn VIDERØ

Fysioterapeutar: Álvur HANSEN og John-Reid SKORALÍÐ

Gult kort: Óli JOHANNESEN 56.

Reytt kort: einki

Sveis: 1. Marco PASCOL, FC Zürich 52/0 ? 2. Marc ZELLWEGER, FC St. Gallen 7/0, 4. Stephane HENCHOZ, liðformaður, FC Liverpool, 49/0, 5. Patrick MÜLLER, Olympique Lyonnais, 22/1, 3. Yvan QUENTIN, FC Zürich, 36/0 ? 8. Raphael WICKY, Atletico Madrid, 33/0, 10. Ciriaco SFORZA, FC Bayern München (16. Johann LONFAT, Servette FC, 10/1, 69.), 6. Johann VOGEL, PSV Eindhoven, 43/1, 9. Massino LOMBARDO, Lausanne Sports, 10/1 ? 7. David SESA, Napoli (18. Blaise N'KUFO, Mainz 04, 58.), 11. Alexander FREI, Servetta FC, 4/4 (17. Joel MAGNIN, FC Lugano 1/0 85.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Jorg STIEL, FC St. Gallen 2/0, 13. Marco ZWYSSIG, FC St. Gallen 10/1, 14. Giuseppe MAZZARELLI, AS Bari 9/0, 15. Ramon VEGA, Celtic Glasgow FC 23/1

Venjari: Enzo TROSSERO

Gult kort: einki

Reytt kort: einki