Sveisiski EM-dreymurin regnaði burt

Í regnváta leikvøllinum í Basel sá Sveis leingi út til at fáa stig burturúr, men Turkaland vísti góðan neyvleika frammanfyri málinum, og endaði við at tryggja sær tepran 2-1 sigur

FÓTBÓLTUR

 

Tað vóru vónleys veðurlíkindi at leika í, tá ið botnliðini í bólki A, Sveis og Turkaland, brustu saman á St. Jakob-Park í Basel. Fótbóltsleikarar plaga tó ikki at leggja árarnar inn vegna veður, og hóast bólturin hevði trupulleikar við at ferðast, so varð dysturin fullførdur.

Í heimbýi sínum kundi Hakan Yakin tryggja Sveis, at teir sluppu til hálvleiks við 1-0 leiðslu. Hóast leikliga yvirvág til Sveis í seinna hálvleiki, so vóru turkar sera neyvir frammanfyri málið, og tað var hetta, sum avgjørdi dystin. Semih Sentürk javnaði við einum stútara eftir einum tíma, og hóast nógvar góðar møguleikar til Sveis at avgera dystin, so var tað hinvegin Arda Turan, sum í yvirtíðini tryggjaði Turkalandi øll trý stigini.

 

Fíggindar

Sveis og Turkaland eru ikki júst tey landsliðini, ið hava besta samband við hvørt annað. 16. novembur 2005 leikti hesi lond EM-undankappingardyst á Sükrü Saracoglu-leikvøllinum í Istanbul. Ein dystur, sum endaði í sonnum ruðuleika, og fótbóltsvøllurin brádliga var átøkur einum boksiringi. Hópbardagin fekk tó avleiðingar fyri bæði londini, og bøtur við stórum upphæddum vórðu deildar út, umframt at nógvir leikarar máttu taka til takkar við longum leikbanni.

Dysturin í gjár bardi tó bara veðrið av, og varð væl avgreiddur. Eitt nú takkað einum kontantum dómara, slovakiska Lubos Michel, sum í løtuni telist millum heimsins bestu dómarar, og er ein av favorittunum til at døma EM-finaluna.