Sveisisku skjótálopini gjørdu størsta munin

At sveisarar í fyrra hálvleiki ferð eftir ferð sluppu í skjótálop, gjørdi uppgávuna tyngri og torførari hjá føroyska liðnum, sum í løtum spældi fult upp við sveisiska liðið. Kanska bíðaðu venjararnir ov leingi við nøkrum broytingum, ið vístu seg at rigga væl ímóti endanum

HONDBÓLTUR

Ein munur, ið mestsum altíð kemur til sjóndar, tá Føroyar spæla ímóti øðrum londum, er skjótleiki og styrki. So var eisini í gjárkvøldið, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti hevði vitjan av Sveis í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í EM-undankappingini.

Serliga í fyrra hálvleik kom skjótleikin til sjóndar, tá Sveis ferð eftir ferð revsaði føroysk mistøk hart, tí so skjótt, føroyingarnir høvdu mist bóltin í álopi, var eitt sveisiskt skjótálop stáplað saman og sent ímóti føroyska málinum. Tað einu løtuna fingu sveisararnir fleiri mál á rað upp á henda mátan.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki kom munurin á styrki til sjóndar, tá verjan hjá Sveis stóð øgiliga stinn og fekk latið stórt sæð øll hol aftur í einar 10 minuttir, so tað var mestsum ógjørligt hjá føroyingunum at bróta ígjøgnum.

Í báðum førum eydnaðist tó føroyska liðnum partvíst at finna ráð fyri, hvussu sleppast skuldi uttan um trupulleikarnar, men orkan var ikki til meira enn tað, sum úrslitið at enda segði á talvuni. Har stóð, at sjey mál vóru á muni, og talvan leyg ikki.

Drepandi skjótálop

Sveis fekk eina rættiliga góða byrjan, sum gjørdi, at støðan eftir fyrstu sjey minuttirnar var 5-1 til Sveis. So ironiskt, tað kann ljóða, sá føroyska grundspælið lovandi út hesa løtuna, við fleiri spennandi kombinatiónum og bóltflytingum – men samstundis eisini alt ov mongum mistøkum, ið kostaðu beinleiðis við málum í hinum endanum.

Hvørja ferð bólturin var mistur, struku sveisararnir avstað, og hóast Lars L. Black í føroyska málinum onkra ferðina fekk tikið, var hann í flestu førum prísgivin í hesum ein-ímóti-einum støðunum.

Men spakuliga byrjaði føroyska liðið at ressast og kom meira upp í dystin. Fyrst og fremst, tí Heini Hanusarson, sum sveisiski venjarin eftir dystin viðgekk, at teir ikki vóru fyrireikaðir uppá, við trimum málum á rað fekk skotið Føroyar upp á javnleik 6-6.

Júst tann løtan skuldi tó vísa seg at vera rættiliga sigandi fyri allan dystin, tí tá Heini hevði javnað, gekk skjótt fyri seg hin vegin, og fremsti skjótálopsrevsarin hjá sveisarunum, Manuel Liniger, skoraði til 7-6 lítið meira enn 10 sekund eftir útjavningina!

Kortini tók hetta ikki pippið púrasta frá føroysku spælarunum, sum veruliga stríddust fyri sakini, nú teir høvdu arbeitt seg upp frá einari veikari byrjan. Og líka til 11 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, vóru Føroyar væl við og spældu fult upp við Sveis.

Mistu pippið

Tá var tað, at kanska triði munurin á liðunum kom til sjóndar – vantandi royndir og kaldleiki. Tvær býttisligar og óneyðugar útvísingar sendu fyrst Hans Áka Dal-Christiansen og nøkur sekund seinni eisini Rúna Joensen á bonkin í tveir minuttir í part. Ta triðju átti Heini Hanusarson innan fyri somu løtuna, so Føroyar í 18 sekund høvdu tríggjar spælarar færri enn Sveis, men tann útvísingin telur ikki ordiliga við, tí hon líktist mest einum mistaki frá dómarunum.

Sveis fekk slett ikki útnytta fyrimunin av meirilutanum á vøllinum hesa løtuna, men hinvegin tóktist hetta órógva føroysku spælararnar so mikið, at teir stórt sæð vóru burturi restina av fyrra hálvleiki, umframt at orkan sá út til at ganga undan. Og júst hesar síðstu fimm minuttirnar var tað, at Sveis fekk útbygt sær leiðsluna avgerandi, so fimm mál vóru á muni í steðginum.

Føroysku venjararnir valdu at taka ein steðg, tá 13 minuttir vóru farnir, so teir fingu skipað sær spælið betur, og tá riggaði eisini. Men tá fyrri hálvleikur leið ímóti endanum, iðraði tú teg næstan um, at hetta ikki var ein flogbóltsdystur, tí føroyska liðið hevði bara so nógv brúk fyri at fáa ein taktiskan steðg aftrat. Og sveisiski venjarin var sjálvandi nøgdur við sítt, so haðani var ikki væntandi, at nøkur hjálp fór at koma…

Traðkaðu í karakter

Ta fyrstu løtuna í seinna hálvleiki stóð sveisiska verjan øgiliga væl, og tað var næstan ógjørligt hjá føroysku spælarunum at dirka hana upp. Og samstundis gjørdist sveisiski málverjin, Pascal Stauber, ein sonn plága, tí hann tók sær av næstan øllum, sum hendinga ferðina slapp inn um verjuna.

Hesa løtuna brúkti Sveis aftur skjótálopini sum eitt vápn, ið enn eina ferð riggaði, og hóast tey ikki blivu so nógv, sum tey høvdu verið í fyrra hálvleiki, var tað nóg mikið til, at munurin øktist upp í átta mál, og longu tá mundi standa teimum flestu greitt, at her fór ikki at spyrjast nakað óvæntað úrslit burturúr.

Týðiligt var, at føroysku venjararnir ikki vildu gera sama mistak, sum í fyrra hálvleiki, tá taktiski steðgurin var tikin í fyrra lagi, men eftir at Sveis hevði økt málmunin upp í 10 mál, vendist ikki aftur, og spælararnir fingu eina løtu at tosa um tingini. Tað gav beinavegin úrslit í einum máli, men so herjaði Sveis á av nýggjum og støðan var 28-17 til Sveis, tá sjey minuttir vóru eftir.

Nú kom so – hóast alt – frægasta løtan hjá føroyska liðnum í seinna hálvleiki. Partvíst góvu nakrar sveisiskar útskiftingar rúmd fyri betri føroyskum spæli, men størsta orsøkin vóru tó nakrar føroyskar útskiftingar, ið góvu nýggjan íblástur inni á vøllinum.

Spælarar sum Bárður Johannesen, Regin Joensen og Rúni Joensen traðkaðu í karakter og vístu seg at vera eitt fínt alternativ til teir, ið helst vóru farnir at møðast. Hesir tríggir fingu tvey mál í part og gingu á odda í endaspurtinum saman við Levi Nybo, ið fekk eina løtu í málinum ímóti endanum, har hann við fleiri góðum bjargingum fekk blást nýtt sjálvsálit inn í liðið.

Við fyri at læra

At nakrar skiftingar og broytingar komu, var helst í seinna lagi, men tað vísti seg at muna, og tað kunnu venjararnir so læra av, hóast komandi Sveis-dysturin leygarkvøldið við 1.200 villum heimaáskoðarum í Appenzell neyvan verður nøkur løtt uppgáva.

Ikki minst vísti tað seg, at teir kvikaru og smidligaru menninir dugdu betur at smoyggja sær fram við stóru og tungu sveisarunum í verjuni, og tað var um reppið, at tað eydnaðist at halda tapið niðri á fimm málum, tá avtornaði.

Hóast talan gjørdist um tap, var talan ikki um nakað beinleiðis vónbrot, sum so. Havast skal í huga, at Føroyar vóru fyriuttan báðar av sínum vanligu spælskiparum, og hóast avloysararnir loystu ta uppgávuna rímiliga væl, høvdu júst spælarar sum Tróndur Kragesteen og Janus Sørensen óivað givið liðnum eina dimensjón aftrat í álopsspælinum.

Tað var stuttligt at síggja, at Føroyar í enntá longum løtum kundu spæla fult upp ímóti sveisiska liðnum, ið tó slapp ov lætt ígjøgnum seinna hálvleik, tá ráðaloysi og vantandi hugflog merktu føroyska spælið, burtur sæð frá síðstu 10 minuttunum ella so.

Eingin ivi skal vera um, at her eru vit »við fyri at læra«, og nú fáa vit so at síggja í komandi dystum, hvat lærdómurin í gjárkvøldið kann brúkast til. Eitt munnu allir so hava lært: At tað næstan hevur mest at siga av øllum, at runnið verður skjótari aftur, tá umstillast skal frá álopi til verju.