Sven-Goran Eriksson ikki longur í Notts County

Tað vakti stóran ans, tá eitt íleggjarafelag í summar keypti Notts County og settu fyrrverandi enska landsliðsvenjarin sum ?Director of Football?.

 

Sven-Goran keypti millum annað fyrrverandi Tottenham og Arsenal spælararin Sol Campbell og danska málmannin Kasper Schmeichel. Sum venjara setti hann vinmannin úr Svøríki Hans Backe. Backe var hjálparvenjari hjá Sven-Goran í millum annað FCK og Manchester City.

 

Notts County, ið spælir í League Two, er heimsins elsta fótbóltsfelag. Nýggju íleggjarnir høvdu stórar ætlanir tá teir í summar keyptu felagið, men fyrst takkaði Sol Campbell fyri seg eftir bert ein dyst. Aftaná honum fór venjarin Hans Backe. Og nú tá felagið bleiv selt fyri triðju ferð uppá eitt ár, takkaði Sven-Goran eisini fyri seg.

 

Ray Trew hevur nú keypt Notts County fyri £1, men hann hevur eisini játtað at taka yvir skuldina í felagnum, sum er mett at verða £4 milliónir.