Sjúka
Rógvi Nybo
Svend Auken datt um, meðan hann var inni í húsinum í Vejby. Stutt eftir varð lækni boðsendur, sum beinanvegin ringdi eftir sjúkrabili. Tað skrivaði Ekstra Bladet í gjár.
Sambært upplýsingum hjá blaðnum varð Svend Auken í fyrstu atløgu koyrdur til Hillerød sjúkrahús. Her varð staðfest at serfrøðingar skuldu kanna politikaran, og hann varð koyrdur við útrykningi til Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.
Svend Auken hevur í fleiri ár verið sjúkur av krabba í eistrunum, og hann hevur langtsíðan viðgingið at hann líður undir eini ólekiligari sjúku, ið bara verður verri og verri.
Elsti sonur Svend Auken, David Auken, váttar fyri bt.dk, at pápi hansara er innlagdur. David Auken visti tó ikki, um tað var álvarsligt, men sló fast, at innleggingin einki hevði við krabbasjúkuna at gera.
Svend Auken er kendur millum føroyingar og hevur fleiri ferðir vitjað her – seinast í oktober mánaði saman við konuni, Anne Wivel, sum hevði leikstjórnað einum filmi um Grønland til norðurlendska filmsfestivalin í Norðulandahúsinum, sum var tá.
Svend Auken er fyrrverandi formaður í danska Javnaðarflokkinum, hevur eisini verið bæði arbeiðis- og umhvørvisráðharri og er í dag 1. næstformaður í Fólkatinginum.