Farna fríggjadag vann Svend Krosstein firmakappingina - spurnarkappingina - á Rás2 við einum sannførandi 24-13 sigri á Bygma Balslev.
Í dag var løtan so komin har Sigmund Signarsson frá RIB 62 skuldi handa vinningin til liðskiparan, Johnny Samuelsen og umboð fyri leiðsluna hjá P/F Svend Krosstein.
Á myndini síggjast frá vinstru Johnny Samuelsen, liðskipari, Petur Zachariassen, sølumaður hjá Rás2, sum hevur samskipað firmakappingina, Sigmund Signarsson frá RIB 62, og Harald Eirikstoft, deildarleiðari hjá P/F Svend Krosstein við vinninginum frá RIB 62.
Høvuðsvinningurin er ein starvsfólkatúrur fyri 12 fólk við RIB 62. Á Svend Krosstein fara tey tó at keypa 12 eyka pláss, so øll 24 starvsfólkini hjá fyritøkuni kunnu sleppa ein túr við báðum bátunum hjá RIB 62.
Tað gongur væl hjá Svend Krosstein á nógvum frontum, og at vinna firmakappingina hjá Rás2 er ein bonus í so máta.