Svend Novrup vitjar í Føroyum

Bridgesambandið fær í næstum vitjan av navnframa danska bridgespælaranum, sum eisini fer at halda skeið

 

Bridge


Navnframi blaðmaðurin, telvarin og bridgespælarin, Svend Novrup vitjar í Føroyum í døgunum 29. august til 4. september. Vitjanina hava Eyðun Anthoniussen og nevndin í FBS fingið í lag.

FBS skipar fyri ymsum skeiðum saman við Novrup í samband við vitjanina. Hetta verða skeið fyri tann vanliga bridgespælaran, fyri nevndarlimir og so eitt eitt skeið fyri teir meir ambitiøsu spælararnar, har tosað verður um landsliðsarbeiði. Skeiðini verða øll í Bridgehúsinum í Havn.

Skráin verður henda:


Hóskvøldið 30. august kl 19

Skeið fyri nevndarlimum, kappingarleiðarum og øllum, sum hava áhuga fyri umsiting og røkt av einum bridgefelag. Tosað verður m.a. um kappingarformar, og hvussu arbeiðast kann við at fáa stuðlar til eitt felag.

Kostnaðurin fyri hetta skeiðið er kr. 100,- fyri hvønn ? skeiðstilfar og kaffi íroknað.


Fríggjavøldið 31. august kl 19 ? 23

og leygardagin 1. september kl 13 ? 22

Skeið fyri allar bridgespælarar.

Hetta skeiðið fer mest at snúgva seg um meldingar og spæliteori. Serligur dentur verður lagdur á doblingar, innmeld, víðari meldingar og mótspælsteori. Løgd spøl verða spæld.

Kostnaðurin tilsamans fyri báðar dagarnar er kr. 300,- fyri hvønn luttakara. Íroknað er skeiðstilfar, kaffi, køkur og spæligjald fyri kappingina sunnudagin.


Sunnudagin 2. september kl. 14

Opin parakapping í Bridgehúsinum.


Mánakvøldið 2. september

og týskvøldið 3. september kl. 19

Skeið fyri landsliðsáhugaðum spælarum ? menn, kvinnur og unglingar. Evnini verða m.a. tann mentala fyrireikingin til kappingar og gjøgnumgongd av meldisystemum hjá teimum einkultu pørunum.

Allir áhugaðir bridgespælarar eru vælkomnir til skeiðið ? eisini teir sum ikki her og nú ætla sær á landsliðið. Skeiðið er ókeypis.

Tilmelding til okkurt av hesum skeiðunum hjá Eyðuni Anthoniussen tel 218585 ella 448166 og hjá Marjun Restorff tel 319142 skjótast gjørligt. Avmarkað luttøka til øll skeiðini.