UMMÆLI
Einki er so rotið, sum at hava stórar vónir til eitthvørt, sum síðani skuffar. Hinvegin er tað heilt ótrúliga gott, at verða tikin av bóli av nøkrum, sum tú einki væntar av. Soleiðis var tað við Loney, Dear, ið var á skránni eftir Eivör leygarkvøldið.
Sólskinstónleikur
Leygarkvøldið var nógv fólk á G! Hini bæði undanfarnu kvøldini hevur Spæliplássið ikki verið fult fyrr enn klokkan nærkast midnátt. Men tá ið Loney, Dear trein á pall um sjey-tíðina, var so at siga fult. Flestu fólkini sótu niðri, meðan sólin hitaði bakið.
Og sjálvt um nøkur heilt fá stillaðu seg upp, eitt sindur inn í framførsluna, vóru vit fleiri, ið nutu bleytu tónarnir í góðveðrinum.
Tónleikurin talaði fyri seg
Bólkurin spælir svenskan indiepop. Vakrir og fangandi tónar, kryddað við annarleðis elementum. Sangirnir eru tílíkir, ið tú murrar aftaná.
Tónleikurin hjá teimum leiðir tankarnir eitt sindur til Death Cab For Cutie, The Postal Service og eisini Peter, Björn and John.
Sangarin og samstundis heilin aftan fyri bólkin, Emil Svanängen, gjørdi ikki nógv um seg. Hann prátaði eitt sindur inn í millum sangirnar, men av tí at tað var á svenskum og kanska í so skjótt, var tað til tíðir eitt sindur trupult at fylgja við. Hetta fekk hann eisini at vita av trummuspælaranum móti endanum á framførsluni.
Men hetta bilti ikki, tí tónleikurin talaði fyri seg. Torført er at seta orð á, júst hvat gjørdi framførsluna einastandandi. Mangan ber til at peika á okkurt ávíst. Trummurnar sótu væl, bassurin legði ein góðan botn ella gittarin hevði eitt gott ljóð.
Men hjá Loney, Dear var tað einki ljóðføri, ið skaraði framúr, men heldur var tað heildin, ið ljóðaði væl. Ljóðmyndin var ikki ov full ella ov tunn. Øll kendu sín leiklut. Og oftani er tað tá, at tingini ganga upp í eina hægri eind.
Besta framførslan á G! í ár, eftir mínum tykki.