Svenska Silvia drotning var tollaksmessudag innløgd á Karolinska sjúkrahúsi í Solna.
Seinastu dagarnar hevur 73 ára gamla drotningin havt krím, og fríggjakvøldið, tá ið hon helt føðingardag, kendi hon seg so illa, at hon var koyrd á sjúkrahús. Madeleine prinsessa var saman við mammu síni, og tær báðar hava gist á sjúkrahúsinum.
Í dag, jólaaftan, er Silvia framvegis á sjúkrahúsi, har hon er til observatión. Eisini skuldu onkrar royndir takast.
Svenska kongshúsið dugir ikki at siga, nær drotningin verður útskrivað, og um hon sleppur heim á jólum.