Almenna svenska veddingarfyritøkan hevur 300 í odds uppá Brand, sum vinnara av Grand Prixnum. Kanska eru odds-setarnir hjá Unibet og NordicBet teir mest musikalski? Tað eru, ið hvussu er hesar veddingarfyritøkurnar, sum trúgva mest uppá Brand. Unibet hevur 4,75 í odds uppá, at Brandur kemur víðari í finaluna í kvøld. NordicBet hevur 8,0 í odds. Hinar veddingarfyritøkurnar hava millum 10,0 og 18,0 í odds uppá, at Brandur vinnur seg víðari í Grand Prix-kappingini. Tá tað kemur til veddimál uppá hvør vinnur sjálva Grand Prix-kappingina, er tað systurfyritøkan hjá DanskeSpil, SvenskaSpel sum trýr minst uppá Brand. Oddsini hjá SvenskaSpel uppá Brand, sum vinnara av ?Melodifestivalen? eru heili 300. Unibet hevur 150 i odds uppá Brand. Bettson trýr frægast uppá Brand, og gevur 50 í odds. NordicBet gevur 60 í odds.