Svenskt jagaraflogfar fylgir russiskum kavbáti

- Saman við okkara sameindu fylgja vit ferðini hjá kavbátinum inn í Eystursjógvin, sigur svenska verjan í tíðindaskrivi

Eitt svenskt jagaraflogfar av slagnum, Jas Gripen, er í dag sent á veingirnar.

 

Uppgávan er at fylgja við einum russiskum kavbáti í Kattegat.

 

Tað upplýsir svenska verjan í kvøld. 

 

- Saman við okkara sameindu fylgja vit ferðini hjá kavbátinum inn í Eystursjógvin.

 

Soleiðis skrivar svenska verjan í tíðindaskrivi, sum er almannakunngjørt í kvøld.

 

Í tíðindaskrivinum leggur svenska verjan dent á, at talan er um eina sonevnda rutinuuppgávu.