Cadillac eru ikki longur einans stórir amerikanskir ”flótarar”, men nú verða teir eisini gjørdir í Skandinavia til evropeiska marknaðin. Cadillac BLS verða gjørdir á Saab verksmiðjuni í Svøríki
Cadillac BLS, sum í nøkur ár hevur verið gjørdur á Saab verksmiðjuni í Trollhättan í Svøríki, kemur nú sum stationcar, ið eisini er bygdur yvir Saab 9-3 plattformin eins og sedan útgávan.
Umframt 4 syl. motorar frá 175 til 210 hk, fæst Cadillac BLS við V6 motori við 255 hk. BLS fæst eisini við 1.9 litra dieselmotori við 150 hk.