Útlendsk tíðindafólk, sum eru farin til Egyptalands at lýsa tað, sum har hendir í hesum døgum, verða støðugt órógvað og álopin, og svenska sjónvarpið váttaði í dag, at ein av teirra tíðindamonnum, Bert Sundström, er burturfluttur í Kairo.
Svenska sjónvarpið sigur seg hava illgruna um, at tað er tann egyptiski herurin, sum hevur tikið Bert Sundström, men ivast kortini. Sjónvarpið hevur vent sær til svensku sendistovuna í Kairo við málinum.
Seinasta sunnudag vórðu tey onnur tíðindafólk hjá SVT tikin í Kairo, men tey vórðu seinni latin leys.
Donsk tíðindafólk hava eisini verið fyri ágangi í Egyptalandi.