SvF fer við til Estlands

Fótbóltur: Hópurin, sum skal umboða Føroyar í fyrsta EM undankappingardystinum, verður úttikin í dag

Í dag verða teir átjan spælararnir, sum hósdagin í komandi viku skulu umboða Føroyar í fyrsta EM undankappingardystinum, úttiknir.

Dysturin verður í Tallinn í Estlandi annan hósdag. Ferðalagið lættir við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Vágum týsdagin klokkan 17.30, og teir rokna við, at túrurin fer at taka tveir tímar. Tað eru tveir tímar á klokkuni hjá okkum og teimum eystanfyri Eystrasalt, og tað vil siga, at klokkan verður 22.30, tá teir lenda har yviri.

Dysturin verður hósdagin 2. juni klokkan 19.15, sum er tað sama sum klokkan 17.15 hjá okkum. Teir rokna við at fara úr aftur Estlandi klokkan 22.30 hetta kvøldið, og munurin í tíðarrokningini ger, at teir eisini fara lenda í Vágum klokkan 22.30.

Umboð fyri Dimmalætting, Tíðindablaðið Sosialin, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya verða við í ferðalagnum. Sjónvarpið hevur gjørt avtalu við UFA um loyvi at senda dystin. Frásøgumaðurin tær síðstu ferðirnar er vorðin landsstýrismaður, og nú fær Tórður Mikkelsen høvi at siga frá altjóða fótbólti í sjónvarpinum. Afturat sær fer hann at hava Ólavur Waag Høgnesen.


Jan er ivamálið

Tað er undan úttøkuni greitt, at Óli Johannesen verður ikki við. Hann skal til próvtøku á læraraskúlanum. Jan Dam var ikki við á HB liðnum sunnudagin, og tí er tað ein stórur spurningur, um hann verður við í Estlandi. Allan Simonsen segði fyri viku síðani, at hann vónaði, at Jan kundi venja og spæla, áðrenn farið verður til Estlands.

Heðin á Lakjuni hevur verið fastur fúsur í ferðalagnum hesar seinastu ferðirnar. Síðani hann kom aftur úr Onglandi, hevur hann verið í leikligum aldudali, og sunnudagin var hann ikki millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík.

Magni Jarnskor fekk ein lítlan snudd í Gundadali, men tað tóktist ikki sum um hetta var nakað, ið fer at nerva hann.

GÍ hevur átt nógvar spælarar á landsliðnum. Tað hevur einki undarligt verið í hesum, tí tað hevur gingið væl hjá felagnum. Nú gongur minni væl, og tí kann roknast við, at talið á gøtumonnum á landsliðnum fer at minka, og at talið á HB spælarum fer at hækka. Ikki minst Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre eru so góðir sum ongantíð áður.


Soltið umfar uttanlanda

Tað gekk einki serligt hjá útisetunum um vikuskiftið. Jens Martin Knudsen er um at koma í dystarvenjing. Hann spældi allar 90 minuttirnar við Leifti, sum tapti í øðrum umfari í íslendsku landskappingini. Uni Arge spældi við síðsta lítla korterið.

Julian Johnsson hevði frí, meðan bæði Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson taptu. Todi og FCK taptu fyri aðru ferð í fýra dagar 4-1 í Parkini móti Brøndby, og Jákup og hinir í Herfølge taptu 3-0 móti AB.