SvF sendir 34 HM-dystir

Fótbóltur: HM-endaspælið byrjar í dag, og Sjónvarp Føroya fer at samsenda við DR frá 34 av teimum 64 dystunum

Komandi mánaðin verður vent upp og niður upp á alt, meðan HM-endaspælið í fótbólti stendur á.

Eisini sjónvarpshyggjarar fara at merkja til HM, og tað fer neyvan at sleppast undan at síggja fótbólt henda mánaðin og nakað inn í juli mánað við. Eurosport, TV3 og BBC fara øll at senda fótbólt, og tað fer SvF eisini.

Tilsamans skulu 64 dystir spælast, og Sjónvarp Føroya fer at senda 34 av teimum. Tað er í samsending við Danmarks Radio, at SvF fer at senda dystirnar ? teir flestu beinleiðis, men onkrar seinni á kvøldi.

Nógvir av dystunum verða spældir klokkan 20.00 føroyska tíð, og tað er jú um somu tíð sum Dagur og Vika. Og tað verður tíðindasendingin, sum í flestu førum má víkja fyri fótbóltinum. Onkur kvøld verður Dagur og Vika send klokkan 19.00 og onkuntíð klokkan 19.30.

Byrjað verður longu í dag klokkan 15.30, tá sjálv HM-setanin verður send beinleiðis. Klokkan 16.30 byrjar so tann fyrsti dysturin, sum er millum Brasilia og grannar okkara úr Skotlandi. Tann dystin sendir SvF beinleiðis.

Tá SvF fyrr hevur sent fótbólt, hava nógv ilskast inná, at einki verður gjørt í hálvleikssteðginum. Hóast eitt nú norska sjónvarpið ofta hevur okkurt í hálvleikinum, verða bert videoløg send í føroyska sjónvarpinum.

Undir HM verður tað soleiðis, at føroyingar eisini undir summum dystum sleppa at síggja tað, sum DR sendir í hálvleikssteðginum. Tað er sonevnd HM-stova, har litið verður eftir fyrra hálvleiki og onnur innsløg úr Fraklandi eisini verða send.

So tey, sum eru áhugað í fótbólti, hava nógv at gleða seg til, meðan tey, sum ikki orka fyri fótbólti, kunnu gleða seg til 12. juli, tá kappingin endar.