Sviar ræðast eisini hóttanina úr Russlandi

Svenska stjórnin hevur ætlanir um at økja verjuútreiðslurnar, og hetta er ein beinleiðis avleiðing av hóttanini úr Russlandi.

Ætlanin sæst í einari grein, sum formenninir í teimum fýra borgarligu samgonguflokkunum skriva í blaðnum Dagens Nyheter, og har nevna teir beinleiðis gongdina í Ukraina og russisku framferðina at leggja partar av einum sjálvstøðugum landi undir seg.

 

Tey, sum hava skrivað undir, greinina, eru Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharri og formaður í Moderaterna, Jan Björklund, formaður í Folkepartiet, Annie Lööf, formaður í Centern og Göran Hägglund, sum er formaður í Kristendemokraterna.

 

Í greinini skriva tey fýra, at síðani 2009 hava tey stúrt fyri gongdini í Russlandi, og at atburðurin hjá Russlandi í seinastuni hevur ikki gjørt stúranina minni, tvørturímóti.

 

-Tað, sum vit síggja nú, er, at russiska framferðin váttar tað, sum vit hava stúrt fyri, og at hon er verri enn ta ferðina, skriva tey.

 

 

Vandu álop á Svøríki

Sviar fingu av álvara ein hvøkk og samstundis eitt varskó, tá russar vandu eitt bumbuálop á Svøríki um páskirnar í fjør. Russisk bumbuflogfør og jagaraflogfør tóku lut í "álopinum", og tey vendu ikki, fyrr enn tey vóru millum 30 og 40 kilometrar frá svenska loftrúminum.

 

Einki svenskt flogfar stóð tilbúgvið hesa løtuna, og tað fekk fleiri at seta spurnartekin við, hvussu góð svenska verjan er.

 

Tað var NATO, sum varnaðist tey russisku flogførini, og tvey donsk F16-jagaraflogfør vórðu send avstað at halda eygað við teimum russisku flogførunum.

 

 

Keypa flogfør og kavbátar

Hendingin í fjør og tað, sum nú hendir í Ukraina, hevur sannført teir fýra floksleiðararnar um, at stjórnin eigur at økja játtanina til verjuna fimm milliardir krónur um árið hetta til 2024. 

 

Millum annað skal herflotin hava tveir nýggjar kavbátar, og tríggir av teimum kavbátunum, sum flotin hevur, skulu nútímansgerast. Flogvápnið, sum hevur 60 flogfør av slagnum Jas 39E, skal hava 10 afturat, og hesi bæði tiltøkini skulu serliga økja ta hernaðarligu hjáveruna í Eystrasalti og á Gotlandi. 

 

Samstundis ætla teir svensku stjórnarflokkarnir at brúka minni pengar til friðarvarðveitandi arbeiði uttanlands.