Í Svøríki hevur stjórnin samtykt at skarva tvær mia. svenskar krónur ella 1,6 mia. krónur í okkara pengum av játtanini til verjuna tey næstu trý árini. Sambært sjónvarpinum SVT ætlar stjórnin, at verjan skal brúka minni pengar til útgerð, enn hon hevur gjørt. Sum skilst er hetta ikki tann einasta sparingin, sum fer at raka verjuna, tí sambært keldunum hjá sjónvarpinum hevur stjórnin sett ein serfrøðingabólk at kanna, hvussu verjan kann spara millum tríggjar og fýra mia. svenskar krónur afturat. Eygleiðarar í Stockholm vænta tó ikki, at tann sparingin kemur í hesum valskeiðinum.