Teir partrolarar, sum fiska upsa og teir, sum fiska gulllaks, koma inn at landa sum vikan, ið stundar til, gongur.
Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis vánaligur, og partrolararnir fáa lítið av hvítum fiski. Trý pør eru á gulllaksaveiðu.
Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at bara tveir eru til fiskiskap, men helst fer onkur út um vikuskiftið.
- Djúpvatnstrolararnir fiska svartkalva, kongafisk og upsa, men ivasamt er, um nakar landar í vikuni.
Í gjár, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar, lógu allir teir smáu trolbátarnir, men teir fara út aftur, tá veðrið batnar.
- Trolbátarnir fara helst norður um at fiska tosk og hýsu. Teir fáa eisini nakað av reyðsprøku og tungu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Viðhefta mynd er tikin á Toftum týsdagin, tá Polarhav og Stjørnan, sum eru á gulllaksaveiði, tóku ís.