Sangleikurin ?Svikarin? verður sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tvær ferðir í dag, og einaferð í morgin. Sangleikurin ?Svikarin? hevur fingið rættiliga góða móttøku millum tey mongu, sum hava sæð leikin higartil, har leikur og sangur gongur upp í eina hægri eind.
Fólkini aftanfyri leikin, tónleika/dramabreytin í Fuglafjarða Skúla og í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík sýna leikin tríggjar ferðir hetta vikuskiftið.
Í dag leygardagin klokkan 16 og klokkan 19.30.
Í morgin verður leikurin sýndur klokkan 16.
Atgongumerki fáast í undansøla, ein tíma undan hvørjari sýning. Tað ber eisini til at ringja til telefonnummar 22 55 43 og bíleggja atgongumerki. Atgongumerki kostar 100 krónur.