Svimja ímóti Íslandi

Fyri triðju ferð svimja Føroyar og Ísland í annaðkvøld landsdyst ímóti hvørjumøðrum, og av tí at londini hava vunnið hvør sína ferð, er spenningurin stórur undan hesum landsdystinum

Landsdysturin hesa ferð verður í svimjihøllini í Klaksvík í annaðkvøld frá klokkan 18.30 til umleið klokkan 20.30. Byrjað verður við innmarsji og setan, har Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík, halda røður, og síðani fer sjálv kappingin í gongd.
Talan er um tilsamans 15 svimjingar, harav tríggjar eru stafettir, og reglurnar eru soleiðis, at tveir svimjarar frá hvørjum landi kappast í hvørjari grein, so øll svimja minst eina og í mesta lagi tríggjar einstaklingakappingar.
Fyrsti svimjari fær fýra stig, næsti trý, triði tvey og fjórði eitt stig. Í liðsvimjingum fær fyrsta lið átta stig, næsta seks, triðja fýra og fjórða tvey stig. Vinnari av landsdystinum er tað av londunum, sum hevur flest stig tilsamans, tá ið alt er svomið.
Føroyar og Ísland svumu fyrsta landsdystin í Havn í 2009, tá Føroyar vunnu 101-79, og í fjør vann Ísland í Reykjavík 98-80 á Føroyum. Nú dystast verður triðju ferð, hevur so annað landið møguleika at leggja seg fram um hitt, og tí er spenningurin stórur undan hesum dystinum.

Ókeypis atgongd
Føroyska liðið, sum skal kappast í morgin, var tikið út á stevnu í Havn fyri trimum vikum síðani, og er fyri stóran part talan um sama lið sum í fjør. Svimjararnir eru Kristina Eliasen, Markus Joensen, Óli Mortensen, Bartal Hestoy, Magnus Jákupsson og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð, Cecilia W. Eysturdal, Birita Debes og Heðin L. Olsen úr Ægir, Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Jón Hofgaard og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag.
Venjarar hjá liðnum eru Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimjifelag, Petur Heðin á Fløtti úr Ægir og Jón Bjarnason úr Suðuroyar Svimjifelag, og liðleiðarar eru Sørin S. Djurhuus og Jórun Eið.
Tey, sum vilja síggja kappingina í svimjihøllini í Klaksvík, kunnu tryggja sær gott pláss frá klokkan 18.15, tá svimjararnir eru lidnir at hita upp, og tað er ókeypis at síggja tiltakið. Svimjilandsdysturin verður eisini sendur beinleiðis í Kringvarpinum, umframt at fylgjast kann við á internetinum.

- - -

Kappingarnar:

100 m blandað kvinnur
400 m frí menn
200 m bringa kvinnur
100 m firvald menn
50 m frí kvinnur
200 m frí menn
4×50 m blandað kvinnur
4×50 m blandað menn
400 m frí kvinnur
50 m firvald menn
50 m rygg kvinnur
200 m bringa menn
50 m firvald kvinnur
50 m rygg menn
8×50 m frí kvinnur og menn