Svimjari mundi druknað á EM í Berlin

 

Kappingin í 10 km Open Water svimjing endaði heilt dramatiskt, tá ið polska Natalie Charlos á veg inn á mál misti vitið, og hevði farið undir um ikki ein lívbjargari var beint hjá í fylgibátinum hjá henni.

 

Hon hevði tá valt skeivu geil inn á máløkið, og tað sást týðiliga at tað ruggaði ikki rætt hjá henni. Hon svam seint, og tók í banatogið av og á, áðrenn hon at enda fall í óvit.

 

Lívbjargarin svam hana yvir í ein fylgibát, sum síðani fekk hana upp á flótibrúnna har máldómararnir stóðu. Ein avgerð sum tyktist heldur óheppin, at taka hana upp beint har, heldur enn at stima hana kanska 30 metrar yvir til sjúkrabilin. Tí nú mátti hon so viðgerðast har frammanfyri allari áskoðarafjøldini.

 

Men tað spældi tíbetur væl av. Sjúkrabilurin kom beinanvegin til, og hon fekk dropp og iltmasku. Løtu seinni kom ein annar sjúkrabilur til, sum fekk hana á sjúkrahúsið.

 

Evropeiska svimjisambandið LEN fráboðaði í gjárkvøldi, at Natalie Charlos hevði tað gott á sjúkrahúsinum, har hon tó skuldi liggja til observatión sambært medisinsku leiðireglunum. Fyriskipararnir hava tryggjað LEN at allar trygdarmannagongdir eru uppá pláss, sum vit eisini vóru vitni til í Grünau.

 

Rókur í Jákupsstovu

 

Berlin