Um vikuskiftið vann Svimjifelagið Ægir FM fyri bæði juniorar og seniorar ? tað seinna fyri fyrstu ferð í fjórðingsøld ? fyri hetta framúr avrik vórðu tey heiðrað í býráðshøllini.
Fitt av fólki var samankomið í býráðshøllini sunnukvøldið 22. mai 2011, har kommunan heiðraði Svimjifelagnum ÆGIR.
Vegna kommununa helt Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, heiðursrøðu fyri Ægir, sum eisini fekk handað eina viðurkenning frá kommununi.
Umboð fyri høvuðsstuðlarnar hjá Svimjifelagnum Ægir - INN og Norðoya Sparikassi - vóru eisini hjástødd og handaðu felagnum viðurkenning og blómutyssi, sum Dan Hjelm, formaður, og Petur Heðin á Fløtti, høvuðsvenjari, tóku ímóti.
Aftan á hátíðarløtuna í býráðshøllini varð farið útum, har fýrverk varð brostið til heiðurs fyri tvífaldu føroyameistarunum.