Klaksvík:
Kári Kjelnæs, leiðari í svimjihøllini, sigur, at tað hevur verið uppi og vent í mentunarnevndini í býráðnum, at svimjihøllin møguliga átti at havt longri opið.
- Høllin verður so nógv nýtt, einar 80 til 90 tímar um vikuna, sigur Kári Kjelnæs. Og tað eru bæði skúlar, svimjifelagið Ægir og onnur, sum nýta høllina, umframt almenningurin.
Júst nær og hvussu nógv longri, ætlanin er at høllin skal verða opin er ikki greitt enn, men leiðarin sigur, at hugsast kann, at tímin hjá pensjionistunum leygarmorgun verður fluttur ein tíma fram, so hann verður frá átta til níggju framyvir.
- Pensjionistar eru morgunfólk, so eg trúgvi ikki, at tey fara at hava nakað ímóti tí, heldur Kári Kjelnæs.
Hann sigur eisini, at tað er væl møguligt, at høllin fer at verða opin nakrar tímar sunnumorgnar.
- Men tann størsta orsøkin til, at tað nú verður søkt eftir fólki er, at vit hava verið undirmannaði í mong ár nú, sigur Kári.
Síðani kreppuárini hava einans trý fólk starvast í svimjihøllini, meðan tey vóru seks í tali áðrenn. Trý fólk er alt lítið, heldur leiðarin, og hann fegnast um, at tey fara at verða fimm, tá hesi eru sett. Tað gevur eisini fleiri møguleikar ? millum annað tað at hava høllina longri opna.
Ofta hevur eisini verið at hoyrt frá fólki, sum nýta høllina nógv, at tey væl kundu hugsað sær, at hon var opin eitt sindur longri um dagarnar.
Svimjihøllin lat uppaftur í apríl í fjør eftir, at hon hevði verið stongd í yvir eitt ár, og væl royndist teir átta mánaðarnar. Kári Kjelnæs sigur, at tølini fyri teir átta mánaðarnar vóru áleið tey somu, sum fyri eitt heilt ár. Og tað er hann sera fegin um.