Sum nú er hava tríggjar svimjarar longu kvalifiserað seg til Oyggjaleikir, men óivað verður talið munandi hægri, tá ið tað fer at nærkast oyggjaleikunum.
Landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, hevur sent boð eftir 17 svimjarum um at koma á venjingarleguna, sum verður í Fuglafirði um vikuskiftið. Teir 17 svimjararnir eru hesir: Sára Ejdesgaard, Jutta Thomsen og Anna K. Eysturberg úr TS, Andrass Thomsen, Janus Olsen, Bogi Jørgensen, Hanus Eysturdal og Lisbeth L. Joensen úr HS, Beinir Danielsen og Per S. Hansen úr Flot, Haraldur Eið úr Skeggjum, Jákup Ø. Mohr, Karina Petersen, Kári á Høvdanum og Elspa Mørkøre úr FS, Kristian Olsen og Natalia Reinhardt úr Ægir.