Í dag byrjar svimjistevnan á Evropameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum danir saman við LEN skipa fyri í Royal Arena í Keypmannahavn. Álvi Hjelm og Óli Mortensen hava svomið 400 metrar innleiðandi, tó uttan at leggja ov nógv fyri.
Alvi Hjem kom á mál sum nummar 37, og Óli Mortensen sum nummar 28 av teimum 39. Teir skulu báðir í hylin aftur í morgin. Alvi Hjem skal svimja 400 blandað, meðan Óli Mortensen skal svimja innleiðandi í 1.500 frí.
Signhild Joensen hevur svomið innleiðandi í 100 metrar rygg. Hon kom á mál sum nummar 41 av 50, meðan Vár Erlingsdóttir Eidesgaard kom á mál sum nummar 20 í innleiðandi svimjingini í 800 metrar frí.
Her er skráin hjá svimjarunum til EM:
Hósdagin 14. desember
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 100 frí
Alvi Hjelm 400 blandað
Óli Mortensen 1500 frí
Fríggjadagin 15. desember
Signhild Joensen 200 rygg
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 200 blandað
Leygardagin 16. desember
Signhild Joensen 50 rygg
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 200 frí
Øll 4×50 frí mix
Sunnudagin 17. desember
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard 400 frí