Svøríki er á veg til hús

Pólverski 35-25 sigurin ger, at Frakland er í hálvfinaluni, og at Pólland og Kroatia avgera hitt plássið í hálvfinaluni

Tað gekk ikki hjá svium í Aarhus í kvøld. Ímóti Póllandi, sum eisini á áskoðaraplássunum var greitt omaná, vórðu sviar spældir niður og norður av sera væl uppløgdum pólverjum, sum vunnu 35-25. Hálvleiksstøðan var 15-12, og eina løtu var støðan 10-6 til Svøríki! Fram ímóti dystarenda var Pólland eina løtu frammanfyri við 14 málum!

Sum tølini siga, var tað serliga eftir steðgin, at Pólland orduliga gjørdi bart. Teir gulu og bláu formáddu sær snøgt sagt einki seinnu tredivu minuttirnar - hvørki í verju ella álopi - ímóti væl trimmaða pólverska verju- og álopsspælinum. Og tá tað so endiliga eydnaðist at sleppa inn um verjuna, so stóð ungi og innskifti málverjin, Piotr Wyszomirski, sum ein múrur og vardi fyri. Hann varð skiftur inn, tá ið Svøríki var frammanfyri 5-1! Tað kemur sjáldan ella ongantíð fyri, at ein málverji hevur bjargingarprosent upp á 60!

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað nú er greitt, at Frakland verður annað liðið úr hesum bólkinum, sum verður í hálvfinalunum fríggjadagin. Svøríki fer ikki at spæla um heiðursmerkini. Dysturin millum Svøríki og Frakland í morgin verður bara avgerandi fyri, um Frakland skal vinna bólkin ella ikki.

Hitt umboðið úr hesum bólkinum í hálvfinaluni verður funnið í innanhýsis uppgerð millum Kroatia og Pólland í morgin.