Svøríki fer at senda jagaraflogfør til Grønlands

Svensk flogfør skulu á eftirlitsferðir kring Grønland og Ísland fyri at styrkja avbyrgingina, sigur svenski forsætisráðharrin.

Svøríki fer at senda JAS 39 Gripen stríðsflogfør til Grønlands at hava eftirlit.

Tað upplýsir svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sambært Reuters.

Flogførini fara á kanningarferð kring Grønland og Ísland, stendur í fráboðanini.

– Hetta styrkir ræðingina, verjir felags áhugamál okkara og stuðlar undir javnvág í einum øki, sum er avgerandi fyri Evropa og transatlantiska samstarvið, sigur Ulf Kristersson í eini fráboðan sambært Reuters.

Stuðulin hjá Svøríki er partur av NATO-uppgávuni Arctic Sentry, sum hevur til endamáls at styrkja trygdina í Arktis.

JAS 39 Gripen flogfør eru framleidd av svenska vápnaframleiðaranum Saab.

 

/Ritzau/