Svøríki kannar aftur gasslekan við Bornholm

Svenska verjan verður við í eini uppfylgjandi kanning av lekunum á Nord Stream í svenskum búskaparligum øki.

Svøríki fer aftur at kanna gassleiðingarnar Nord Stream 1 og 2 fyri at staðfesta, hvør orsøkin var til lekarnar.

Tað verður gjørt eftir áheitan frá ákærumyndugleikanum og fregnartænastuni Säpo.

Í fyrru kanningini var mistanki um herverk móti gassleiðingunum, sum binda saman Russland og Týskland.

– Eg havi saman við trygdarløgreglnuni gjørt av at fremja eina kanning afturat á staðnum, sigur Mats Ljungquist. Hann er ríkisadvokatur og leiðir svensku kanningarnar.

Svenska verjan skal vera við í kanningunum. Tær verða gjørdar í svenska búskaparliga økinum uttan fyri Bornholm. Har eru tveir lekar á gassleiðingini.

Í donsku búskaparliga økinum uttan fyri Bornholm eru tveir lekar á gassleiðingini.

Teir fýra lekarnir komu til sjóndar síðst í september. Tá streymaðu stórar nøgdir av gassi upp í vatnskorpuna.

Serfrøðingar siga, at øll tekin er um, at talan er sum sabotasju.

 

##med2##

Seismiskar mátingar í Danmark og Svøríki vístu, at tað nakrar tímar áðrenn gassið streymaði upp til vatnskorpuna, høvdu verið spreinginar á havbotninum.

Kríggið í Ukraina merkti, at tað ikki longur fleyt gass í Nord Stream 1 og Nord Stream 2 úr Russlandi , tá lekarnir vóru uppdagaðir. Men stórar nøgdir av gassi vóru í rørunum.

/ritzau/TT