Svøríki: Kendir ráðharrar

Nýggi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn, er farin til verka.

Nýggi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn, er farin til verka.

Eftir at ríkisdagsvalið tann 14. september býtti politiska landslagið í Svøríki í tvey, er tó ikki enn greitt, hvussu javnaðarleiðarin skal stýra millum skerini við síni minnilutastjórn.

Tá ríkisdagurin í gjár atkvøddi um at geva honum álitið, vóru tað bara 132 av teimum 349 ríkisdagslimunum, ið atkvøddu fyri, meðan borgarligu flokkarnir og Vinstriflokkurin atkvøddu blankt. Bara Svøríkidemokratarnir atkvøddu ímóti.

Men hóast ivi er um, hvussu arbeiðsligt tað verður hjá Löfven, er hinvegin greitt, at fleiri kend nøvn verða at síggja millum ráðharrarnar í komandi stjórnini, umframt at onkur spildurnýggjur eisini verður at síggja.

Sum væntað verður ein av royndastu svensku politikarunum í dag, Margot Wallström, nýggjur uttanríkisráðharri í Svøríki, og nýggjur løgmálaráðharri verður Morgan Johansson.

Åse Romson verður klima- og umhvørvisráðharri, umframt varaforsætisráðharri. Anders Ygeman verður innanríkisráðharri, Peter Hultqvist verjumálaráðharri, og so hevur tað vakt ans, at Alice Bah Kuhnke verður mentamálaráðharri, tí hon er kend sum svensk Disney-stjørna og er ikki vald í ríkisdagin .