Swangah verður á Okkara Voxbotn

Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og fleiri stór nøvn eru á skránni 25. juni 2022. Vit kunnu nú kunngera, at eisini rappkongarnir úr Svanga koma at seta lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2022. Teir fara at borðreiða við einum braki av einari framførslu, og rútmurnar fara atskola yvir fjøldina í Vágsbotni. Ger klárt til eina gigantiska hip-hop veitslu, tá Swangah fer at oysa sínar rútmur og rím yvir okkum á Okkara Voxbotn. Kom og flippa til “Gentan er farlig” og “Millumfingurrapp” og ikki minst “Frá bygd til bý”. Tað verður orkumikið, tá Swangah trínur á pallin, og vit lova, at tað verður ein rimmar veitsla, tá Voxbotn fer út til alt Føroyar.

 

Onnur sum verða við á Voxbotn eru eisini Tobias Rahim, Brimheim, Reiley, Rasmus Hagen, Boyzlife, Michael Learns to Rock, Niarn, Hugorm, Tungevaag, Týr og Safir fara at framføra á Okkara Voxbotn 2022.